
Nógv upprudding eftir amerikonskum herstøðum
Í Grønlandi er nógv at gera við at rudda upp eftir amerikanarum. Kommuneqarfik Sermersooqs Drift- og Miljøafdeling er í løtuni í ferð við at rudda upp innanfyri kommunumark og tey vænta at vera liðug seinni í ár. Kommunan ætlar ikki at lata amerikanarar sleppa so, men fer at gera eitt frílandsmuseum, har fólk skulu kunna síggja nakrar av maskinunum, sum amerikanarar hava latið standa.
Tað er ein danskur-grønlendskur bólkur, sum hevur ábyrgdina av at rudda upp í Sermersooq Kommunu, og í ár rudda tey trý øki: Qinngaavani við Ittoqqortoormiit, Ikateq við Tasiilaq og Marraq sunnanfyri Nuuk. Tey byrjaðu í Marraq og Ikatteq seinasta summar, og umhvørvisstjórin í Kommuneqarfik Sermersooq, Frank Rasmussen, sigur, at tey vóna at verða liðug við Marraq i år, men at Ikateq krevur minst eitt ár afturat.
Ruddararnir eru komnir eftir, at tað sum er omaná jørðini ikki er tað truplasta at fáa bilbukt við. Serfrøðingar hava verið á staðnum at kanna, hvussu jørðin undir amerikansku herstøðunum er dálkað, og meðan tað kostar 180 milliónir at rudda omaná yvirflatanum, fer tað at kosta munandi meira at gera nakað við dálkaðu jørðina. Spurningurin er um nakað í heila tikið kann gerast við hana, men í øllum førum ætla tey at kortleggja, hvar og hvussu jørðin er dálkað.
Frank Rasmussen greiðir frá, at borgararnir í kommununi verða tiknir við í ætlanina um at gera frílandsmuseum. Maskinur og artillarí skulu verða standandi og siga søguna um amerikanaranna nærveru í Grønlandi. Lóður, asbest og annað vandamikið verður sjálvsagt tikið burtur, soleiðis at tað er trygt at ferðast, sigur Frank Rasmussen, og undirstrikar, at tað ikki er trygt í dag.
Fyribils eru avsettar omanfyrinevndu 180 milliónir, og arbeiðið tekur fleiri ár. Tey, sum eru við í arbeiðinum, eru Kommuneqarfik Sermersooq, aðalráðið fyri Náttúru og Umhvørvi undir grønlendska sjálvstýrinum, Forsvarsministeriet ella verjumálaráðið í Danmark, og Det danske Miljø- og Fødevareministerium, ið er umhvørvis- og føðivørumálaráðið.
Her er í øllum førum nakað at hugsa um, nú føroyingar møguliga umhugsa at loyva amerikanarum at hava eina støð í Føroyum. Í dag hevur fundur verið millum Jeppe Kofod, danskan uttanríkisráðharra, Michael Pompeo, amerikanskan uttanríkisráðharra, Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum og Steen Lynge, grønlendska landsstýrismannin í uttanríkismálum, og á heimasíðuni hjá Sermitsiaq heita viðmerkjarar á Steen Lynge um at taka málið upp við Pompeo.
Kelda:
https://sermitsiaq.ag/oprydning-amerikanerne-fortsaetter