Lýsing
Lýsing
Lýsing

Carla Sands: Hvørki flotaherstøð ella konsulat í umbúna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.07.2020 - 22:25 Kykmynd Politikkur Tíðindi

Carla Sands er tann fyrsti amerikanski ambassadørurin, ið hevur verið í Klaksvík, í øllum førum á almennari vitjan. Í dag hevur hon m.a. vitjað í Býráðnum í Klaksvík, í Christianskirkjuni og sjálvandi á Norðlýsinum, og blaðið hevði eina sera áhugaverda samrøðu við amerikanska ambassadørin í Danmark.

Norðlýsið legði út við at spyrja um endamálið við vitjanini, og hon segði at orsøkin til at vitja Klaksvík var, at ongin annar amerikanskur ambassadørur undan henni hevði gjørt tað sama. Hetta hevði hon fingið uppspurt av serfrøði á egnari ambassadu. Carla Sands læt sera væl at vitjanini í Christianskirkjuni og tí føroyska matinum. Umframt hetta hevur hon vitjað Klaksvíkar Býráð.

Tað var sera umráðandi fyri Carlu Sands at undirstrika, at amerikanarar ongar ætlanir hava um nakra flotastøð, ella nakra herstøð í heila tikið, í Føroyum. Ryktir vóru annars farin at ganga í politisku skipanini í Føroyum um, at ein amerikonsk herstøð lá í kortunum. So her er ósamsvar millum tað, sum m.a. Berlingske endurgevur Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, fyri at siga, og so tað, sum amerikanska sendikvinnan sigur.

Til sjálvan spurningin segði Carla Sands, at endamálið var at upplýsa amerikanarar meira um Føroyar og tað føroyska fólkið. Hon nevndi, at føroyskur laksur var væl kendur í California, men at teir vistu ikki tað stóra um vakurleikan í Føroyum, og tað vildi hon bøta um. Handilsliga var tað fyrst og fremst fiskurin, sum hevði áhugan hjá amerikonsku sendikvinnuni.

At fáa í lag eitt vinarband millum Føroyar og USA, ímillum Klaksvík og Washington D.C., lá amerikonsku sendikvinnuni á hjarta, og hetta skuldi so eisini umfata handilssambond. Men fremst av øllum skuldi vinarsambandið verða. Enn liggur ongin fríhandilsavtala í kortunum, men sendikvinnan var opin fyri at fara undir fundir, sum møguliga kunnu enda við nøkrum meira ítøkiligum, kanska í stíl við eina fríhandilsavtalu.

Sí samrøðuna niðanfyri

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík
Norð­oyastevnan nærkast
Kamarkórið Dorimus í Varpinum í kvøld
Fólkini eru so vinarlig í Føroyum
Málið móti skip­ara­num á Galaxy slept
Atlantic Fair – 25 ár á baki
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…