Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Árliga kolonialistahátíð Føroya

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  25.07.2020 - 19:30 Bloggur Mentan Politikkur

Nú aðrar tjóðir stríðast fyri at beina fyri gomlum imperialistiskum hetjum og eyðkennum, manna føroyingar seg enn einaferð upp til at hátíðarhalda norska stórimperialistin Ólav Halga og fyrsta føroyska kolonistaspíran Sigmund Brestisson. Í oyggjahøvusstaðnum ætla tey enntá at drepa tvær flugur við ein brest, og halda mikla Coronahátíð, samstundis sum tey heiðra norsku imperialistunum! Ólavur Halgi og Corona kongur hava so tað til felags, at hvørgin hevði ella hevur stórvegis virðing fyri mannalívi!

Tað er altíð hugaligt at hópast, serliga á hásumri, og árliga imperialistahátið føroyinga hevur jú mong ár á baki. Men, onkur halda tað kanska vera løgið at føroyingar framvegis heiðra teir báðar, sum kunnu sigast at hava lagt Føroyar undir fremmant harradømi, undir heitinum kristniboðan, samstundis sum brøðrafólk okkara í vesturi ynskja at sleppa av við Hans Egede, ið legði leiðina um Norðuratlantin fyri at umvenda norðbúgvarnar í Grønlandi, sum hann helt enn vóru á lívi og rómverskir katolikkar, og tí skuldu umvendast til luthersku trúnna.

Sum kunnugt gjørdist hann stórliga bilsin og vónbrotin, tá hann kom leiðina fram, tí har vóru ongir norðbúgvar. Teir vóru horvnir – hvussu ella hví visti ongin tá. Men treiskur sum hann var, bleiv hann verðandi, og vendi sær í staðin til fólkið á staðnum við gleðiboðskapinum. Hann fekk eisini nøkur sera strævin ár í Grønlandi við hungursneyð og sjúku og tað kann kanska sigast, at kona hansara, Gertrud, offraði lívið fyri at bjarga sjúkum grønlendingum.

Hann var sum so í kongaligum ørindum – tá hevði ongin loyvi til at prædika evangeliið av sínum eintingum. Kongur hevði einaræðið uppá sannleikan – eisini sannleikan um Guð! Sum tænastumaður danakongs, kann hann kanska fáa heitið kolonialistur, men eg vildi mett at imperialisman ella kolonialisman kom í kjalarvørrinum av honum, tí danir fingu knappliga eyga á Grønlandi sum eina møguliga inntøkukeldu.

Men tað er eitt, sum grønlendingar ikki eiga at gloyma i hesum kolonialistadøgum, og tað er, at Egede var undir trýsti fyri at fáa grønlendingar doyptar, og kristniboðanin hjá honum gav jú ikki stóran ávøkst. Men Egede helt uppá, at hann vildi ikki hópdoypa grønlendingar fyrr enn teir til fulnar skiltu gleiboðskapin á sínum egna móðurmáli (hann mundi neyvan gruna, hvussu mong móðurmál tá vóru á risastóru oynni!). Hann ynskti at fáa Nýggja Testamenti týtt til grønlendskt fyrst, so fólkið sjálvt kundi skilja gleðiboðskapin, og tað eydnaðist syni hansara Poul Egede í 1766 – hann skrivaði eisini eina grønlendska mállæru.

Tað er onki nýtt í tí, at nógvur skittur hevur fylgt í kjalarvørrinum av kristnum trúboðarum, og norðmaðurin Hans Egede er helst ikki heilt ósekur í so máta. Men tá tað er sagt, so eigur tað eisini at verða sagt týðiliga og greitt, serliga í Føroyum, har reformatiónin køvdi móðurmálið, at Egede hevði so stóra virðing fyri grønlendska málinum og grønlendskari mentan, at hann ynskti at fólkið á heimsins størstu oyggj skuldi fáa Nýggja Testamenti á sínum egna máli, fyri at tey til fulnar kundu skilja boðskapin, áður enn tey lótu seg doypa. Um tað nú er ein skendilsgerningur og kolonistaatburður, so meldi eg pass!!!

Í meðan jubla føroyingar um rómversku imperialistisku leigusveinarnar Ólav og Sigmund. Fyri Ólavi Halga snúði rætta kristintrúgvin seg um vald, og fyri Sigmundi man rómverska kristintrúgvin eisini hava snúð um lyftir um vald. Um vit skulu trúgva søgunum um fosturfaðir hannsara í Gøtu, Trónd, so hevði Sigmundur lært Pater Noster og Credo (Faðir vár og Trúarorðini) heimanífrá, og tað bendir á, at krinstintrúgvin ikki var heilt fremmand í Føroyum tá – men, helst hevur verið talan um keltiska kristintrúgv, sum rómverska kirkjan jú ikki góðtók sum rætta trúgv, og systematiskt royndi at útrudda. So tað kann tað vera, at Sigmundur í veruleikanum dreit í egið reiður, og noyddi eina fremmanda rómverska kristintrúgv inn á síni skyldfólk, og vendi sín egnu barnatrúgv bakið?

Ólavur Halgi var helst eins frynsutur í kantunum og Coronavirusi, og okkurt bendir á, at Sigmundur heldur ikki var ov rudduligur í broderingini, tá hann hótti síni egnu við svørði, um tey ikki broyttu støðu í kristintrúnni? Men í hugaheimi føroyinga er her kortini talan um tvær hetjur, og hin 29. juli takka vit enntá Várharra fyri avrik Ólavs hin Halga, og loysingarfólkini tosa við tárarødd um avrikini hjá leigusveini hannsara Sigmundi, sum Erlendur Paturson, sáli, skírdi at vera fyrsta føroyska imperialistin (sambært skúvoyingi, ið vitjaði Erlend í Tinganesi, tá hann gekk í realskúla í Havn).

Tá býráðið í Havn ikki longur kann hugsa um fleiri standmyndir til at prýða høvuðsstaðin, so kanska tey seta punktum við at reisa eina standmynd av Christoffer von Gabel, ella av Dahlerup amtmanni, hvør veit? Teir hava ið hvussu er havt ávirkan á søguna hjá føroyingum og hjá oyggjahøvuðsstaðnum.

Annars so frættist frá sera óálítandi keldum í Norðuroyggjum, at løgmaður enn ikki hevur tikið støðu til um ólavsøkugestirnir skulu ganga við grímu (ansigtsmaske) undir tjóðarhátíðini, tí hann, eins og Inger Støjberg, er bangin fyri, at fólk ið fjala andlitið fara at rópa heil Allah! heldur enn heil Ólav (góða ólavssøku). Somu keldur vilja vera við, at løgmaður í ólavsøkurøðu síni fer at boða frá, at Kina fer at lata upp sendistovu suðuri í Vági, samstundis sum Føroyar lata upp sendistovur í Mekka og í Tel Aviv. Föroya Bjór sigst eisini at vera til reiðar at framleiða serlig súgvirør til alkaholiskar leskivørur, um so er at Støjberg gevur løgmanni loyvi til, at føroyingar kunnu ganga við grímu á ólavsøku.

Hugnið tykkum nú tann 28. & 29. juli, og minst til ikki at vera ov vinarlig, men at halda hóskandi frástøðu, og at nýta ríkiligt av spritti (tó ikki bara til innvortis nýtslu sjálvandi!). So er bara eftir at vóna, at Corona Kongur fer at vera eins linur í kongunum, og Ólavur Halgi, ið nú skjótt hevur verið deyður í eitt millennium.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin