Lýsing
Lýsing

Smábørnini

SKRIVAÐ: Ragnar Ludvig  |  26.07.2020 - 07:00 Lesarabrøv Tíðindi

Mong ivast í andaligu støðuni hjá smábørnunum og hvar smábørnini enda, um tey doyggja sum smá. Summi ivast, tí tey vita, at fólk verða frelst av náði Guds, við trúgv á Harran Jesus. Tey duga ikki, at síggja hvussu smábørnini tilvitað kunnu verða frelst á tann hátt.

 

Eitt ótal av fólki hava lært tað óbíbilsku, følsku og sera villleiðandi læruna, ið heimsins statskirkjur umboða. At í dópinum verða menniskju endurfødd og fáa fyrigeving syndanna og Heilaga Andan. Millum teirra eru mong ivandi um, hvar tey ódoyptu smábørnini og øll pinkubørnini í móðurlívi enda, ið doyggja sum smá. Verður tað Himmalin ella Helviti?

 

Tað er ikki ætlanin, at menniskju skulu hvíla á gitingum um sálanna frelsu. Væntandi andalig upplýsing um frelsu og dóp - serliga barnadóp, ið er eitt statsapparat, hevur ført við sær nógv rumbul og ráðaloysi. Óansæð, so er tað ikki Bíblian, sum er ógreið. Nei, tvørturímóti.

 

Bíblian er púra greið um nær vit skulu doypast og hvat dópurin avrikar. Bíblian lærir, at einans trúgvandi, ið hava sett sítt persónliga álit á Kristus, skulu lata seg doypa. Fyri tey, sum trúgva er dópurin ein almennur vitnisburður um trúnna á Kristus og samleikan við lív, góðsku og fruktir Kristusar. Hesin dópurin undir vatninum, er eitt symbol uppá, at hin trúgvandi er deyður, jarðaður og uppaftur risin í og við Kristi Jesusi. Dópurin er fyrsta stigið eftir frelsuna, tá hin trúgvandi stígur inní lýdni mótvegis sínum nýggja Harra her í lívinum, at liva hitt nýggja trúarlívið. Ein nýggj byrjan, tí nú er hann krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur hann, sum livir; nei, Kristus livir í honum, og lívið, sum hann nú livir í holdinum, livir hann í trúnni á Son Guds, sum elskaði hann og gav Seg sjálvan fyri hann.     

 

Tá vit eru upplýst um hesi viðurskiftini á einum bíbilskum grundarlagi, um frelsu og eftirfylgjandi dóp, so síggja vit, at barnadópur og læra tess ikki eru eini bíbilsk boð og heldur ikki ein ætlað praksis. Eitt pinkubarn er ikki ført fyri at trúgva á Kristus. Pinkubørnini eru heldur ikki ført fyri, at taka eina tilvitaða støðu um, at verða Kristusi lýðin. Og tey vita heldur ikki, hvat dópurin symboliserar. Hetta, at tey sum doypt eru til Kristus Jesus, eru doypt til deyða Hansara. At tey eru grivin við Honum við dópinum til deyðan, fyri at, eins og Kristus varð reistur upp frá hinum deyðu við dýrd Faðirsins, so skulu eisini tey liva nýtt lív. Alt hetta er slett ikki ætlað til pinkubørnini.

 

Tað sum Gud hevur gjørt okkum greitt í Sínum livandi orði skulu vit ikki gera ógreitt fyri menniskjum. Dópurin er púra greiður í bíbliuni. Men álíkavæl hava statskirkjur um allan heimin skapt eina heimsreligión við barnadópinum. Eitt falskt evangelium. Eitt alment villleiðandi statsligt frelsukoncept við barnadópinum og tilhoyrandi heimagjørdum sakramenti og ritualum til sálanna frelsu, ið ongan frelsir.

 

Nei, pinkubørnini kunnu ikki skilja dópsboðini og hvat tey innibera. Og ongastaðni í Bíbliuni stendur nakað um barnadóp. Tí barnadópur er ikki bíbilskur dópur. Summi eru farin so langt av leið, at tey javnvirða umskeringina í GT við dópin í NT. Ein slík tulking og fatan er eisini út av lagi óbíbilskt. Tí, tað er hin nýggi sáttmálin í Jesu Kristi dýrabara blóði, sum er galdandi og ikki hin gamli.

 

Hin bíbilski dópurin ávirkar ikki tína frelstu støðu. Hann frelsir heldur ikki nakað menniskja. Men hin frelsti skal verða Gudi lýðin við, at lata seg doypa og ikki øvugt, sum statskirkjan praktiserar. Her hava statskirkjurnar enntá vent tingini á høvdi við, at vaksin fólk svara uppá manngjørdar spurningar vegna pinkubørnini, tá tey verða doypt. Hvat billar man sær inn. Slíkt er verri enn nøkur pátrúgv hjá heidningunum. Óansæð hvussu fitt, meinaleys og hugnalig praksis barnadópurin mátti verið við nógvum ymsum kenslum rundanum ritualini, so er og verður tað mannaverk. Og tað sum verri er, at Gud ikki vil kennast við mannaverk. Slett ikki tá talan er um frelsu og dóp.

 

Tað sum Gud vil kennast við er hetta, at gudilig foreldur ala síni børn upp til, at elska Jesus Kristus, sum sín frelsara, harra, ráðgevara og kong. Men tann dagur kemur, tá Gud vitjar tey í náði Síni fyri, at tey sjálvi skulu taka eina persónliga støðu og trúgva ella vraka Jesus, sum sín persónliga frelsara og eftirfylgjandi harra her á jørð. Harrin kennir hina lagaligu løtuna, vitjanartíð og ábyrgdaraldur okkara.       

 

Hoyr, støðan hjá teimum smáu verður sera væl lýst í Matt. 19, 13 – 15 ; Luk. 18, 15 – 17 og í Mark. 10, 13 – 16. Hesi 3 evangeliir lýsa somu hending næstan eins.

 

Í Mark. 10, 13 – 16 lesa vit at:

 

Tey bóru smá børn til Hansara, fyri at Hann skuldi nema við tey; men lærisveinarnir høvdu at teimum, ið bóru tey. Tá ið Jesus sá tað, varð Hann vreiður og segði við teir: “Latið hini smáu børn koma til Mín, forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið ikki tekur ímóti ríki Guds eins og lítið barn, skal als ikki koma inn í tað. So tók Hann tey í favnin, legði hendurnar á tey og signaði tey.”

 

Í hesum samanhanginum skal nevnast, at Matt. 19 eisini sipar til mammurnar, ið ynsktu, at Jesus skuldi leggja hendurnar á børn teirra og biðja fyri teimum. Minst til, Jesus gekk á jørðini í eini skiftistíð mitt ímillum GT og NT. Men Jesus gjørdi sum teir gomlu gjørdu í GT gjørdu, at biðja signingar Guds yvir børnini.

 

Sjálvur eri eg púra samdur við teimum, ið halda, at tað er spell, at prædikumenn, hirðar og lærarar siga ov lítið um hesi smáu. Tí mong hava sett hendan sera viðkomandi spurningurin: “Hvat verður endin hjá øllum teimum deyðu smábørnunum, ið doyggja sum smá?”

 

Góðu elskaðu tit øll. Tekstirnir í Matteus, Lukas og Markus eru ikki nøkur mystisk bíbliulæra. Eg eri púra samdur við mínum brøðrum og systrum, sum halda, at júst hesir bíbliutekstir svara spurninginum um smábørnini til fulnar. Hygg, Jesus legði heilagu hendur Sínar á tey smáu og signaði tey. Við hesum grundarlagnum kunnu vit leggja út við hesum og við fullum stuðli úr Skriftini, at eingin bannaður persónur verður signaður av Gudi. Jesus Kristus legði ongantíð hendurnar á nakað menniskja við at signað tað - uttan at viðkomandi persónur hoyrdi ríki Guds til.

 

Heldur ikki mugu vit gloyma hetta, at frelsarans undurfulla hondálegging og signing á og yvir hesi smáu, sum á ongan hátt arbeiddu fyri sína egnu frelsu, gekk beint ímóti jødiska trældóminum – teirra fatan av hvussu menniskju kunnu náa himmalin. Tey smáu børnini kenna hvørki mun ímillum gott og ónt, rættvísi og órættvísi.

 

Men í teimum fullkomiliga blindu jødisku eygunum, vóru børnini roknaði sum ógegnislig. Og hildið varð, at tað var óhóskandi, at hava børnini við í kjakinum um ríki Guds. So, tað varð uttan iva ein ræðuligur skelkur fyri mannamúgvurnar, fariseararnar og saddukeararnar, tá Kristi lærusetningur um hesi elskuligu smáu lýsti upp fyri eygum teirra. Og skelkurin varð ikki minni fyri lærusveinarnir, sum tíverri eisini høvdu lært og móttikið eina skeiva áskoðan um andaligu støðuna hjá hesum smáu og teimum tilkomnu við.

 

Tað er eingin ivi um, at Mark. 10, 13 – 16 fullkomiliga endavendi vanabundnu ranglæruna hjá jødunum. Tí nú kundu hesi smáu verða frelst – uttan verk. Og slíkt er ímóti allari sunnari fornuft hjá jødunum og hesum illa falna og syndiga heimi, sum vit liva í. Hesin bíbliuteksturin lærir okkum á ein undurfullan hátt, at vit verða frelst av náði. Hetta er nokk besta dømi í allari Bíbliuni, at frelsan er gáva Guds, ikki av verkum - fyri at eingin skal rósa sær. Men, samstundis er teksturin ein sterk átala ímóti manngjørda og sjálvrættvísa lógarhaldinum um sálanna frelsu.

 

Mark. 10, 14 lærir, at “ríki Guds hoyrir børnunum til.”

 

Við øðrum orðum, tey smáu eru einki minni enn ein prýðilig mynd fyri okkum vaksnu, sum av berari náði fáa loyvi til at velja, at taka ímóti Jesusi við trúgv t.e. at hoyra Gudi til.

 

Og Mark. 10, 15 leggur afturat hetta: “Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið ikki tekur ímóti ríki Guds eins og lítið barn, skal als ikki koma inn í tað.”

 

Legg til merkis hetta, at smábørnini eru fullkomin í sínum veikleikum og hava ongar førleikar til, at rósa sær av verkum ella av nøkrum sum helst. Teksturin vísir greitt og týðiliga, at smábørnini eru fullbúgvin til at møta náði og sannleika Guds við Jesusi Kristi. Børnini eru óvitar. Tað vil siga, at tey hava ikki førleikar til, at taka ímóti botnleysu náði Guds.

 

Men hóast alt, so minnir Gud okkum á fyrimyndina í smábørnunum, at tann, ið ikki tekur ímóti ríki Guds eins og lítið barn, skal als ikki koma inn í tað. Lat okkum við hesum orðum sláa fast hetta, at evangeliið lærir, at børnini hava eitt heilt serligt stað í himlinum. “Take it or leave it!”

 

Tað er eisini vert at leggja merki til, at beint aftaná frágreiðingina um børnini í evangeliinum, fáa vit frágreiðingina um ein ríkan, religiøsan og egoistiskan mann. Ríki maður helt seg hava hildið allar lógir til fulnar. Men í veruleikanum átti hann einki stað í himlinum. Hví? Tí, Jesus hevði akkurát lært fjøldina hesa kollveltandi læruna, at himmalin gerst einans veruligur fyri teimum, sum taka ímóti ríki Guds eins og lítið barn.

 

Mark 10, 13 sigur víðari, “at tey bóru smá børn til Hansara.” Her síggja vit, at Jesus tekur væl ímóti børnunum. Staðfest verður enntá, at Jesus tók tey í favnin. Hinvegin er tað elskuligt og gleðiligt at síggja, at tað júst eru smábørnini, ið taka væl ímóti Jesusi, sum sínum frelsara. Og vit vita, at Matt. 21 er eitt undurfult dømi í Skriftini, tá børnini róptu “Hosianna, sonur Dávids!” í templinum. Sjálvur hevði eg vilja verið har og hoyrt og sæð tey elska Jesus allan, sum Hann er.

 

Men, sjálvandi kennir Jesus eisini baksíðuna hjá okkum, at sjálvt børnini eru av Ádamsa ruineraðu og syndafullu ætt.

 

Mark 10, 13 greiðir frá, “at lærisveinarnir høvdu at teimum, ið bóru smábørnini til Jesus.”

 

Hetta rýkur heilt einfalt av tvílyndi (t.e. at hata og elska alt í einum), at júst lærusveinarnir átalaðu foreldrini um at smábørnini einki høvdu at gera hjá Jesusi. Tað er einki minni enn hjartaskerandi, at lærusveinarnir hildu tað sama sum fariseararnar, ið høvdu djevulin sum faðir. Teir hildu, at børnini ikki vóru partur av skipan Guds fyrr enn tey høvdu fingið vit og førleikar, til at forsvara seg við góðum verkum. Ein ræðulig læra. Men vit vita, at evangeliið lærir tað øvugta, at smábørnini eru eygnasteinar Guds.

  

Mark. 10, 14 sigur: “Tá ið Jesus sá tað, varð Hann vreiður og segði við teir: "Latið hini smáu børn koma til Mín, forðið teimum ikki!” Og Luk. 18, 16 sigur enntá at “Jesus kallaði tey til Sín.”

 

Áh góði Gud eg takki tær persónliga fyri Son tín, Jesus Kristus. Vit kunnu bara ímynda okkum hetta, at hesar stakkals mammur vóru tungar í huga, at verða noktað atgongd til heimsins frelsara, Jesus Kristus. Men Jesus rápti á mammurnar og bað tær koma til sín við smábørnunum. Her koma so smábørnini aftur til Jesus við mammunum. Hesi vóru hvørki trúgvandi og ei heldur vantrúgvandi. Tey hugsaðu ikki um at vrakað ella taka ímóti frelsu Guds. Smábørn eru hvørki lýðin og ei heldur ólýðin eftir egnum vilja. Og tað er púrasta absurt, at taka barnadóp uppá tunguna í hesum samanhanginum.

Men hvat gjørdi Jesus? Hann legði hendurnar á tey, bað fyri teimum og signaði tey. Takk og lov!

 

Mark 10, 14 endar við hesum sannleikans orðum: “Tí ríki Guds hoyrir slíkum til.”

 

Men boðini til tey vaksnu er at venda við og fylgja Jesusi eftir. Tað er allur munurin. Hetta inniber, at øll smábørn hava fingið framíhjárættindi frá Gudi, at verða varðveitt sum smá. Hinvegin, um smábørnini enda í Helviti so vita tey ikki hví tey eru endaði har. Góðu tit, alt hetta, ið viðvíkur smábørnunum hevur einki við persónliga trúgv at gera. Reglan er tann, at ríki Guds hoyrir smábørnunum til og smábørnini hoyra ríkinum til.

 

Hví, tí smábørnini hava ikki so mikið sum hugsa tankan, um at gera seg skikkanaðan til ríki Guds. Nei, talan er um Guds varðveitslu. Tað er av berari náði. Altso, smábørnini eru varðveitt líka til eitt tíðspunkt, áðrenn tey sjálvi annaðhvørt velja ella vraka Jesus, sum sín persónliga frelsara. Antin  verða tey frelst ella standa til svars fyri sína synd.

 

Við bakstøði í nevndu bíbliutekstum, er tað mest sannlíkt, at talan er um treytaða náði hjá okkara smábørnum saman við einum gyltum møguleika, at verða varðveitt í náði Guds - um tey koma til persónliga trúgv á Jesus í ungum árum. So náðiríkur er Gud, hóast eg upprunaliga hevði uppiborið, at fari fortaptur í allar ævir. Sum áður sagt, so merkir hetta heldur ikki, at smábørn okkara ikki eru syndarar. Tí Skriftin lærir, at syndin býr í likaminum. Børnini eru av Ádamsa avtoftaðu slekt. Tí innanfrá, úr hjarta menniskjanna, koma hinar illu hugsanir lærir Mark. 7, 21.

 

Bíblian lærir at øll hava syndað. Vit eru fødd í misgerðum, og í synd vóru vit til í móðurlívi. (Sálm. 51.7). Syndin er orsøkin til, at nógv pinkubørn ongantíð síggja heimin, tí tey doyggja í móðurlívinum. Men ríki Guds hoyrir slíkum til. Halleluja! Men sjálv syndin er viðfødd og býr í okkum. Men syndin bíðar eisini eftir, at leiða menniskjuni í óndskapin. Tað er líkasum ein tíðarinnstilla bomba. Tí mugu og skulu frelst foreldur heima við hús og í samkomuni læra børn okkara leiðina at kenna, sum tey skulu ganga. (Orðt. 22.6).

 

Afturat evangeliinum finnast fleiri týðuligar útsagnir aðrastaðni í Bíbliu okkara, sum bæði geva sterkar ábendingar um og enntá prógva, at smábørnini hoyra Gudi til og fara tey til himmals – um tey doyggja sum smá.

 

5. Mós. 1.39 sigur hetta: “Smábørn tykkara, sum tit søgdu, fóru at falla í fíggindahond - børn tykkara, sum í dag ikki duga at gera mun á góðum og illum - tey skulu koma inn hagar, teimum skal Eg geva tað, tey skulu taka tað í ogn.” Altso, bæði tilvera og viðferð hjá smábørnum okkara hevur Gud bólkað fyri seg.

 

Ezek. 16,21 sigur soleiðis: “síðani tú drapst børn Míni og gavst tey burtur - lætst tey ganga gjøgnum eldin, teimum til heiður!” Her fordømir Ezekiel heidningarnar, sum ofra børn Guds við at brenna tey til avgudar. Tað er ein avgjørdur munur á hesum ræðuliga óndskapinum og tað at bera smábørn til Jesus, fyri at Hann skuldi nema við tey, biðja fyri teimum og signa tey ríkiliga.

 

Í 2. Sám. 12, 18 – 23 lesa vit um barn Dávids við Batsebu sum doyr:

 

Sjeynda dagin doyði barnið; men tænarar Dávids tordu ikki at siga honum, at barnið var deytt, tí teir hugsaðu: "Meðan barnið livdi, talaðu vit við hann, og hann lurtaði ikki eftir okkum; hvussu kunnu vit tá nú siga honum, at barnið er deytt! Hann kann gera eina vanlukku!" Tá ið Dávid sá, at tænarar hansara teskaðu sín ámillum, skilti hann, at barnið var deytt; og hann segði við tænarar sínar: "Er barnið deytt?" Teir svaraðu: "Ja, hann er deyður!" Tá reistist Dávid upp av gólvinum, vaskaði sær, salvaði seg, skifti klæði og fór inn í hús HARRANS og tilbað. So fór hann heimaftur og bað lata seg fáa at eta; teir settu tá mat fyri hann, og hann át. Tá søgdu tænarar hansara við hann: "Hvussu er tað, tú bert teg at! Meðan barnið livdi, fastaði tú og grætst um hann; men nú barnið er deytt, nú reisist tú upp og etur!" Hann svaraði: "So leingi sum barnið livdi, fastaði eg og græt; tí eg hugsaði: "Hvør veit! Kanska HARRIN vísir mær náði, so barnið fer at liva!" Men nú hann er deyður, hví skal eg nú fasta! Kann eg fáa hann aftur! Eg fari til hansara, men hann kemur ikki aftur til mín!"

 

Hetta er eitt bíbilskt prógv um, at barnið sum fór heim til Gud, er líka so satt sum, at Dávid fór heim til Gud.

 

Í 1. kong. 14, 1 – 13 lesa vit um tá Áhia profeterar móti húsi Jeroboams, ið var eitt bølmenni.

 

Um hesa tíðina varð Abia, sonur Jeroboam, sjúkur. Tá segði Jeroboam við konu sína: "Tak tú og klæð teg í annan búna, so eingin kennir, at tú ert kona Jeroboam, og far til Silo! Har býr Ahia profetur, hann, ið kunngjørdi mær, at eg skuldi verða kongur yvir hesum fólki. Hav við tær tíggju breyð, nakað av køku og krukku við hunangi, og far inn til hansara! Hann sigur tær, hvussu fer at verða við dronginum." Kona Jeroboam so gjørdi; hon helt avstað, fór til Silo og kom inn hjá Ahia. Ahia sá einki; eygu hansara vóru farin av elli. Men HARRIN hevði sagt við Ahia: "Nú kemur kona Jeroboam at vita, hvat tú fert at siga um son hennara, sum sjúkur er; so og so skalt tú svara henni. Men táið hon kemur, fer hon at látast fremmand." Táið nú Ahia hoyrdi hana ganga, í tí hon kom um dyrnar, segði hann: "Kom inn, kona Jeroboam! Hví letst tú fremmand? Mær er álagt at kunngera tær hørð tíðindi.

Far og sig við Jeroboam: "So sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg lyfti teg upp mitt úr fólkinum og setti teg til høvdinga yvir Ísrael, fólki Mínum, reiv ríkið av húsi Dávids og gav tær tað; men tú hevur ikki verið sum tænari Mín Dávid, ið helt boð Míni og fylgdi Mær eftir av øllum hjarta sínum, so hann eina gjørdi tað, sum beint var í eygum Mínum; nei, tú hevur borið teg verri at enn allir teir, ið undan tær hava verið; tú ert farin og hevur gjørt tær aðrar gudar og stoyptar myndir og hevur soleiðis vakt vreiði Mína, og Meg hevur tú kastað aftur um bak. Tí lati Eg vanlukku koma yvir hús Jeroboams og skal týna av ætt Jeroboams alt mannkyn, bæði smáar og stórar, í Ísrael; Eg skal sópa burt hús Jeroboams, sum skarn verður sópað burt, inntil tað við alla er úti við honum. Tann av ætt Jeroboams, sum doyr inni í býnum, skulu hundarnir eta, og tann, ið doyr úti á markini, skulu fuglar himmalsins eta; tí so hevur HARRIN talað." Reis tú teg nú og far heim! Táið fótur tín stígur inn í býin, doyr barnið! Og alt Ísrael skal halda syrgihátíð eftir hann; hann skal vera tann einasti av húsi Jeroboams, sum kemur í grøv - tí hann er tann einasti í húsi Jeroboams, sum nakað gott fyri HARRANUM Gudi Ísraels er funnið hjá.

 

Søgan um hetta heidningabarnið er eisini eitt gott dømi um rættvísu dómar Guds og samstundis speglar tað ríku náði Hansara mótvegis barninum, sum Gud fann nakað gott hjá. Altso, hetta barnið fór eins og barn Dávids heim til Gud.

 

Eg skal enda við Mark. 13, 15 sum sigur: “Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið ikki tekur ímóti ríki Guds eins og lítið barn, skal als ikki koma inn í tað." Við øðrum orðum, børnini vísa menniskjum hvussu tey skulu taka ímóti Jesusi. Og av berari náði ganga smábørnini inn í ríki Guds. Tað er gáva Hansara til teirra.

 

 

Kærar heilsur

Ragnar Ludvig

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin