Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: Spennandi ólavsøkuróður fyri framman hjá KRF og NHR

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.07.2020 - 10:23 Ítrottur Tíðindi

Upptakt til ólavsøkuróðurin í dag hjá bátunum úr Norðoyggjum.

Góð úrslit í barnaróðrinum

Fípan Fagra hevur vunnið ein róður við barnaróðri hjá gentum og liggur samanlagt á 2. plássi í FM-kappingini. Sævarmoy hevur fingið skiftandi úrslit, men er tríggjar ferðir enda á heiðursmerkjaplássi og liggur samanlagt á 3. plássi í barnaróðrinum. Hjá barnaróðrinum við dreingjum liggur Sævarmoy samanlagt á 4. plássi. Besta úrslitið kom á jóansøku, tá dreingirnir vunnu bronsu heiðursmerki. Samanlagt flott úrslit, tí hjá gentum hava 19 bátar luttikið og hjá dreingjum 17 bátar. Í upptaktini til róðrarárið segði venjarin hjá KRF, Magnus Norðberg, at KRF sær ikki úrslitini sum alt avgerandi í barnaróðrinum.

 


Søguligur dreingjaróður hjá KRF

Hjá 5-mannaførum dreingjum var talan um søguligan róður seinast, tá bátar hjá KRF endaðu á báðum teimum fremstu plássunum. Tað er ongantíð hent áður. Hetta er samstundis mest spennandi FM-kappingin í ár, tí FM-vinnarin verður tann, ið endar frammanfyri á ólavsøku av Heyki ella Fípuni Føgru. Sævarmoy fekk nýggjan bát fyri tveimum stevnum síðani. Í fyrru royndini lá báturin leingi á odda, men endaði á 3. plássi, men seinast vann Sævarmoy í stórum stíli. Sævarmoy hevur tó mist ov nógv við gamla bátinum fyrr í ár til at kunna vinna FM, men endar helst á tryggum 3. plássi í FM-kappingini. Triði báturin hjá KRF, Tekla, liggur á samanløgdum 8. plássi av teimum 17 bátunum.

 

Genturnar á Fípuni Føgru støðugar á heiðursmerkjaplássi

Genturnar á 5-mannafarinum Fípuni Føgru hava ongan róður vunnið, men hava verið støðugar á heiðursmerkja plássum. Tær vunnu silvur heiðursmerkir á heimasjógvi og hava síðani í 4 av 5 róðrum vunnið bronsu heiðursmerkir. Her eru so nógvir bátar, at neyðugt er við undanróðri, so teir 10 bestu bátarnir koma at rógva 2000 metrar.

 


Sundabáturin kann bjarga árinum

Sundabáturin hjá NHR hevur ongan róður vunnið í ár, men liggur á tryggum 2. plássi í FM-kappingini hjá 6-mannaførum við monnum. Smyril hevur vunnið allar róðrarnar og sum oftast sannførandi. Men seinasta róður gav Sundabáturin fyri fyrstu ferð kapping til málstrikuna, har tað einans var hálv bátslongd á muni. Sundabáturin hevur mangan staðið seg væl á ólavsøku og var róðurin á Vestanstevnu ein ábending og framgongdin síðani tá hevur hildið fram, so hevur Sundabáturin møguleika at vinna á ólavsøku og bjarga árinum. Páll Fangi luttekur við manning úr Miðvági. Hann liggur á 8. plássi samanlagt av 12 bátum, men hann hevur einans luttikið á tveimum stevnum.

 


Nevið Reyða kann gera slætt borð

8-mannafarið Nevið Reyða er FM-vinnari. Nú snýr tað seg einans um, hvørs báturin skal gera slætt borð og vinna allar róðrarnar í ár. Sum gongdin hevur verið í ár, so hevur Nevið Reyða sum oftast havt eina bátslongd aftur til nærmasta bátin, men á stutta ólavsøkuteininum sigur søgan okkum, at alt kann henda.

 


Barnaróður gentur kl. 13.45 (innleiðandi) kl. 15.05 (finala)
• Fípan Fagra og Sævarmoy

Barnaróður dreingir kl. 14.30 (innleiðandi) kl. 15.45 (finala)
• Sævarmoy

5-mf. gentur kl. 16.25 (innleiðandi) kl. 17.55 (finala)
• Fípan Fagra

6-mf. menn kl. 16.40

• Sundabáturin og Páll Fangi

8-mf. menn kl. 16.55
• Nevið Reyða

5-mf. dreingir kl. 17.15
• Fípan Fagra, Sævarmoy og Tekla

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)
Mjølnir vunnu FK kappingina
Føroya Byggifrøðinga­felag 50 ár