Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frílendisætlanin fyri Boðanes og Hoydalar | Mynd: kvf.fo

Landið rindar frílendisætlan í TK og KK rindar Húsarhaldsskúla?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.07.2020 - 19:16 Leiðarin Mentan Politikkur

Hvussu ber tað til, at Landskassin skal fíggja eina ”Frílendisætlan fyri Hoydalar”, har almennir stjórar brúka sína alment goldnu arbeiðstíð til at gera nakað ”fyri býin”, sum ein av teimum orðaði seg í Kringvarpinum undan Ólavsøku?

Frílendisætlanin í Hoydølum er enn ein viðarlund ella plantasja í Havn. Men júst hendan plantasjan er øðrvísi uppá tann mátan, at Tórshavnar Kommuna ikki rindar nevnivert fyri hesa. Bróðurpartin, t.v.s. bæði íløguna sjálva og viðlíkahaldið, rindar Landskassin fyri. Allar aðrar plantasjur í landinum eru goldnar av kommununum á staðnum, men í Havn eru opinbært heilt aðrar reglur galdandi.

Soleiðis skulu klaksvíkingar, vágbingar, sørvingar, skopuningar og øll onnur vera við til at gjalda fyri eina hugnaliga viðarlund til asfaltføroyingarnar í høvuðsstaðnum, umframt at teir skulu – einsamallir – gjalda fyri evt. viðarlundir í egnari bygd ella egnum býi. Teir alment løntu stjórarnir og gartnararnir hava ongan áhuga í at planta, røkja ella viðlíkahalda plantasjurnar í Kunoy, Mikladali ella úti í Grøv. Bert í Hoydølum?

Tað er fallið fleiri fyri bróstið, har tað táttar í at fáa kommunala fígging til plantasjunar í Klaksvíkar Kommunu at hoyra alment sett starvsfólk í Kringvarpinum breggja sær av, at nú skulu tey gera enn eina plantasju í Havnini, har landskassin skal rinda bróðurpartin fyri, at tað skal gerast so hugnaligt í Havn. Fína navnið er eyðvitað uppfunnið fyri at rættvísgera landskassafíggingina av viðarlundini í Havn.

Hentan nýggja plantasjan í Havn eitur nevniliga ein “frílendisætlan fyri Hoydalar”, men tað broytir so einki uppá tann veruleikan, at her fara føroysk trø og runnar at veksa, júst sum í øllum øðrum plantasjum. Altso ein hugnalig plantasja afturat til havnarfólk, sum almenni leiðarin í KvF eisini váttaði so týðiliga, tá ið hann segði, at “hetta verður gott fyri býin”!

Hesin almenni leiðarin skundaði sær at leggja afturat, eitt sindur trilvandi, at “hetta er faktiskt fyri allar føroyingar!” Hetta seinasta ljóðaði mest av øllum sum ein parantes, sum er neyðug at siga fyri at rættvísgera landsins peninganýtslu til enn eina íløgu í høvuðsstaðnum, sum allar aðrar staðir í landinum er ein 100% kommunalt fíggjað íløga.

Samstundis er tað felt niður í lóg, at Klaksvíkar Kommuna skal rinda helmingin av kostnaðinum fyri, at landið skal byggja ein Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík! Skiljið tann, ið skilja vil – vit gera tað ikki. Hava vit ráð til hendan høvuðsstaðin, sum soleiðis nørir sær sjálvum og leggur vertin í, hvat annar fær?!

Tíðin er komin at spyrja spurningarnar enn einaferð: Hví skal landið rinda fyri kommunalar íløgur í Havn? Og hví skal kommunan rinda fyri landsíløgur í Klaksvík? Hetta er tann umvenda verðin. Tað gevur ikki meining, at ein klaksvíkingur bæði skal bera byrðuna hjá havnarmanninum við at rinda fyri plantasju í Havn, og samstundis lætta um byrðuna hjá sama havnarmanni við at taka part av fíggingini av landsstovninum Húsarhaldsskúla Føroya á seg.

Nú Løgtingið kemur saman aftur eftir Ólavsøku, fara tingfólk vónandi at seta avvarðandi landsstýrisfólkum hesar viðkomandi spurningarnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…