Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tilburðurin, har eldur kom í ein bil í Árnafjarðartunlinum, er millum grundgevingarnar fyri uppskotinum. | Mynd: Egin mynd.

3 mió. til trygdarútgerð Norður um Fjall – kanska

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.08.2020 - 14:11 Politikkur Tíðindi

Løgtingið hevur fingið eitt uppskot um at játta tríggjar milliónir til trygdarútgerð til tunlarnar Norður um Fjall. Tað er Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, ið hevur lagt uppskotið fram.

Ítøkiliga verður nevnd útgerð sum bummar og ávaringarljós við tunnilsmunnarnar, og Landsverk hevur áður boðað frá, at teir ikki hava neyðugu pengarnar til tað. Ætlanin er at seta útgerðina upp við tunlarnar Norður um Fjall beinanvegin, men eisini so við og við at seta hana upp við aðrar tunlar, ið heldur ikki hava hesa útgerð.

Orsøkin, sum stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, er, at eldur kom í ein bil í Árnafjarðartunlinum í juli, og hetta gjørdi, at mangulin uppá trygdarútgerð bleiv greiður.

Talan er um eykajáttanaruppskot uppá 3 milliónir, soleiðis at játtanin til vegir og havnir tilsamans gerst 226,5 mió. Hetta er uppskot frá einum andstøðutinglimi, so tað er eisini neyðugt at sannføra samgonguna, ella partar av samgonguni, um, at hetta er skilagott. Men verður hetta samtykt, verður útgerðin sett upp beinanvegin eftir tað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…