Lýsing
Lýsing
Lýsing

Metnógvar kanningar og metnógvir tilburðir staðfestir seinastu tveir dagarnar

SKRIVAÐ: Heilsumálaráðið  |  07.08.2020 - 18:24 Politikkur Tíðindaskriv

Metnógvir tilburðir eru nú staðfestir í Føroyum. Í alt hava 291 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 45.849 kanningar.

Tann 5. august vórðu fleiri enn 1.863 kanningar framdar. Smitta varð staðfest í 38 av hesum kanningunum.

Í gjár tann 6. august vórðu 3.290 kanningar framdar. Enn mangla 763 kanningar at verða greinaðar. Í teimum 2.527 kanningunum, sum eru greinaðar, eru 12 smittutilburðir staðfestir. Heitt verður tí á øll, sum lótu seg kanna hósdagin 6. august, um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit eru tøk. Úrslitini verða dagførd skjótast gjørligt á corona.fo og her á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.

Ein útlendingur, sum hevur ligið innlagdur á sjúkrahúsinum, er nú útskrivaður og staðfestur frískur.

Sostatt eru 98 persónar smittaðir í løtuni. 32 av hesum persónunum eru farnir av landinum aftur. 

Í alt hava nú 291 persónar fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, og nú eru so 193 av hesum staðfest frísk aftur.

Støðan í Føroyum er sera álvarsom, og smittan breiðir seg sera skjótt. Heitt verður á øll um at minnast til frástøðuna og góða reinføri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið