Lýsing
Lýsing
Lýsing

COVID-19 kanningar í Runavík

SKRIVAÐ: Runavíkar kommuna  |  11.08.2020 - 15:11 Tíðindaskriv

Heilsumálaráðharrin, stjórin á Klaksvíkar sjúkrahúsi og borgarstjórin í Runavíkar kommunu hava í vikuskiftinum og síðani samskift um møguleikan fyri at gera COVID-19 kanningar í Eysturoy.

Samsvarandi hesum er nú avrátt, at Klaksvíkar sjúkrahús, í samstarvi við Runavíkar kommunu, skipar eina interimistiska kanningarstovu í Skótahúsinum við Løkin í hesi vikuni, og møguliga í næstu viku við, skuldi tørvur verið á hesum.

Tørvur er ikki á ávísing frá lækna fyri at verða kannaður, í hesum førinum snýr tað seg um ”støkk inn kanningar”, sum hesar verða róptar í Heilsuverkinum.

Viðvíkjandi ferðslu og parkering tekur Vegadeildin hjá kommununi sær av hesum, og á kortinum sæst, at møguligt er at seta akførini við Barnagarðin á Mýrunum, Skótahúsið við Løkin og omanfyri Skýlið og Bylgjuna – við fótbóltsvøllin. Starvsfólk hjá Vegadeildina skipað ferðsluna og parkeringina.

Í hesari vikuni er kanningarstovan í Skótahúsinum opin hesar dagar og tíðir:

 

 

Øll, sum framvegis standa í bíðirøðini kl. 17, báðar dagarnar, verða eisini kannað tann dagin.

Øll hava møguleika fyri at verða kannað, og kanningarnar eru ókeypis fyri teir borgarar sum brúka møguleikan.

ES: Møguligar broytingar verða fráboðaðar skjótast gjørligt, og til ber at kunna seg meiri um málið á Facebook-síðuni hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini