Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kaj Leo Johannesen, heilsumálaráðharri, vil hava ein dialog um tað ikki ber til at gloppa meira fyri avvarðandi at vitja síni kæru á ellis- og røktarheimum.

Heilsumálaráðharrin: Ómenniskjaligt at forða vitjanum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.08.2020 - 18:48 Tíðindi

Kaj Leo H. Johannesen, heilsumálaráðharri, er ikki glaður fyri, at fólk ikki kunnu fáa vitjan av avvarðandi á ellis- og røktarheimum. Hann fer so langt sum at skriva, at tað møguliga er brot á mannarættindini, tá nú sjálvt fangar á ”Death Row” í USA kunnu fáa vitjan. Víðari sigur hann, at tað ikki er nóg menniskjaligt, sum er, og eftirlýsir eitt kjak um at fáa tað meira menniskjaligt.

Tað er á Facebook, at heilsumálaráðharrin skrivar soleiðis:

“Veit nakar hvør hevur funnið uppá at avvarðandi ikki skulu sleppa at vitja síni gomlu á ellis og røktarheimum.Er tað ikki ein mannarættur at fáa vitjan, sjálvt fangar á deyðsgongini í USA fáa vitjan. Vit mugu fáa eitt kjak um hetta ikki kann gerðast meira menniskjaligt.”

Um tað er eitt kjak í almenninginum, sum heilsumálaráðharrin eftirlýsir, so hevur hann fingið tað, tí fleiri hava viðmerkt støðuna hjá heilsumálaráðharranum, og at kalla øll eru samd. Um tað so fer at gera, at hann fær eitt politiskt kjak í lag, kann bara tíðin vísa, men spurningurin er eisini, hvat røktarheimini og ellisheimini sjálvi siga til, at tey skulu gloppa dyrnum meira, sum støðan er. Vit vita heldur ikki, hvørja støðu restin av Landsstýrinum hevur til hetta.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik