Lýsing
Lýsing
Lýsing

Yvirlýsing: Fakfelagsráðið stuðlar flogskiparunum

SKRIVAÐ: Fakfelagsráðið  |  15.08.2020 - 19:02 Tíðindaskriv Vinna

Fakfelagsráðið, umboðandi 31 fakfeløg á føroyska arbeiðsmarknaðinum, vísa við hesum okkara fulla stuðul til flogvinnufakfeløgini, sum umboða starvsfólkini hjá okkara tjóðarflogfelag Atlantic Airways.

Síðan 12. mars, tá løgmaður Bárður á Steig Nielsen ”koyrdi landi niður í ferð”, hava allir føroyingar kýtt seg fyri at minka um avleiðingarnar av korona-farsóttini. Arbeiðstíðir og arbeiðsumstøður eru lagaðar til støðuna, og øll fakfeløg og limir teirra hava góðtikið munandi broytingar, og hava soleiðis viðvirkað til at halda samfelagnum uppi.

Hendan semju- og úrslitasøkjandi leistin valdi leiðslan í Atlantic Airways, okkara tjóðarflogfelag, ikki at fylgja, tá felagið beinanvegin valdi hópuppsagnir innan allar starvsbólkar í flogvinnuni. Hetta valdi felagið tilvitað, í staðin fyri at samskifta við fakfeløgini, sum umboða starvsfólkini, um at finna alternativar loysnir.

Tá uppsagnirnar vóru almennakunngjørdar stóð ein savnað føroysk fakfelagsrørðsla spyrjandi, tá staðfest varð, at fýra av fimm nevndarlimum í Flogskipafelagnum vórðu sagdir úr starvið.

Hetta, at Atlantic Airways, okkara tjóðarflogfelag, miðvíst fer eftir fakfelagsfólkum, er ómetaliga ófrættakent, men tíverri onki nýtt.

Fyri áleið hálvum øðrum ári síðani segði Atlantic Airways forkvinnuna og næstforkvinnuna hjá Súluni, sum er fakfelag hjá flogternunum, úr starvi. Slíkur framferðarháttur kann als ikki góðtakast.

Sostatt mugu vit hervið staðfesta, at leiðslan í Atlantic Airways, okkara tjóðarflogfelag, førir fakfelagsfíggindaligt virksemi.

Tá hópuppsagnirnar vórðu framdar í sambandi við fyrra koronaútbrotið, fór Flogskiparafelagið fram við góðum, og heitti á fakfelagsrørðsluni um at bíða við at stuðla starvsfólkunum í flogvinnuni, hóast rørslan sjálvandi var til reiðar til tess. Flogskiparafelagið var av teirri fatan, at tá flúgvingin aftur fór at taka seg upp, vórðu uppsagninar stigvíst rullaðar aftur, sohvørt sum tørvurin á starvsfólkum vaks. Her var Flogskiparafelagið tíverri ov góðtrúgvið.

Í dag er greitt, at leiðslan í tjóðarflogfelagnum, Atlantic Airways, als ikki ætlar at virða trúføstu starvsfólkini við at seta tey í starv aftur. Nú Atlantic Airways tørvar fleiri starvsfólk, bjóðar leiðslan uppsøgdu starvsfólkunum at søkja størv sum dagleiðarar uttan vunnin rættindi ella starvstíð.

Fakfelagsráðið, umboðandi 31 fakfeløg á føroyska arbeiðsmarknaðinum, vísir við hesum okkara fulla stuðul til fakfeløgini, sum umboða starvsfólkini hjá okkara tjóðarflogfelag Atlantic Airways, og heita vit á leiðsluna í Atlantic Airways um alt fyri eitt at virða uppsøgdu starvsfólkini og gjørdar avtalur, umframt at taka samskifti upp við feløgini beinanvegin.

Vit loyva okkum eisini at spyrja, hvat okkara fólkavaldu halda um atburðin hjá leiðslani í Atlantic Airways. Taka tit undir við hesi viðferð mótvegis teimum trúføstu starvsfólkum, sum gjøgnum fleiri ár hava bygt okkara tjóðarflogfelag upp til tað, sum allir føroyingar eru errnir av í dag. Vónandi krevja tit, at leiðslan í Atlandic Airways, sum vit øll eiga, vísir sama smidleika yvirfyri sínum starvsfólkum, sum landið hevur biðið allar føroyingar víst innan øll arbeiðsøki í samfelagnum.

Vinarliga

Fakfelagsráðið – umboðandi 31 fakfeløg á Føroyska arbeiðsmarknaðinum – og hvussu nógvar limir??

 

Í Fakfelagsráðnum eru:

Starvsmannafelagið, Føroya Arbeiðarafelag, Ljósmøðrafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Kost og Føðslufelagið, Føroya Handverkarafelag, Musikklærarafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, YF Miðnám, Fysioterapeutfelag Føroya, Havnar Handverkarafelag, BLF - Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, S&K Felagið, Felagið Radiografar í Føroyum, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Maskinmeistarafelagið, Akademikarafelag Føroya, Landsfelag Handverkaranna, Klaksvíkar Arbeiðmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Samtak, Føroya Tekniska Lærarafelag, Yngri Læknar Føroyar, Flogskiparafelag Føroya, Súlan

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…