Lýsing
Lýsing
Lýsing

At privatisera merkir at ræna

SKRIVAÐ: Árni Dahl  |  19.08.2020 - 12:05 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Orðið at privatisera er runnið úr latíni – privare – og merkir at taka okkurt ella at ræna okkurt.

Orðið og fyribrigdið er eyðvitað aldagamalt, men í nýggjari tíð hevur tað sín uppruna í tí, sum hendi í Nazi-Týsklandi í tríatiárunum, serliga í árunum frá 1933 til 1937.

Tikið varð frá felagsskapinum, og tey, sum fingu, vóru  stuðlarnir hjá Hitleri og hansara skutilssveinum.

Seinni hava fólk sum Margaret Thatcher og Ronald Reagan elt hesa fíggjarslóð Hitlers.

Á okkara døgum hevur fyribrigdið fingið størri og størri undirtøku, og her hjá okkum munnu allir flokkar í størri og minni mun taka undir við hesum fyribrigdi.

Tó skal sigast, at sitandi samgonga tykist grammari at fáa hetta mál á skrá enn undanfarna samgonga, sum tó heldur ikki var sør á hesum øki.

Í fyrstu atløgu verður talað um at privatisera Bank Nordik, Posta og Atlantsflog.

Tað er løgið, at einki tíðindafólk/ journalistur spyr, hvussu tað ber til, at Føroya land  eigur stívliga triðing av nevnda banka.

Var tað ikki okkurt um, at privatu bankarnir, Sjóvinnubankin og Føroya banki, kollsigldu í síni privatu verð einaferð í nítiárunum í farnu øld?

Var ikki okkurt um, at fólk  mistu hús og heim, og var tað ikki so, at fólk í túsundatali máttu rýma í útlegd orsakað av privatkapitalistiskari spekulatión?

Var tað ikki okkurt um, at statskassi og landskassi máttu fáa bankageiran aftur á føtur? 

Síðani hevur landsins stýri í sínum býttleika selt teimum privatu tveir triðingar av bankanum aftur. Altsamt hevur landið tó fingið árligt vinningsbýti av sínum triðingi.

Men nú vil sitandi samgonga avreiða sín triðing.

Og tá kunnu vit spyrja: Hvør man fara at keypa?

Kann tað hugsast, at tað eru teir, sum nú hava fingið ta stóru almannaveitingina - fiskiríkidømi landsins - ókeypis?

Kanska klára teir at keypa einsamallir, kanska saman við útlendingum, sum teir eru strámenn fyri, ella kanska keypa strámenninir einsamallir.

Sagt við øðrum orðum:

Stórur møguleiki er fyri, at landið selur sín part til feløg, sum frammanundan hava fingið keypsupphæddina – frá landinum.

Hetta er sjálvt háttalagið, prinsippið, í allari privatisering:

Í fyrstu atløgu verður lagt eftir bankum, flutningsfeløgum, ja, infrakervinum í breiðari merking.

Seinni verður farið inn á sosiala økið og heilsuøkið.

Tað er dømi um longu nú.

Vit eru mitt í einari farsótt. Og í tí sambandi er avgjørt, at so nógv fólk sum møguligt skulu kannast fyri smittu – so ofta sum møguligt. Hetta skal landið gjalda fyri. Eisini fyri tey, sum koma higar og ikki gjalda skatt í landinum.

Tað natúrliga hevði verið, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Sjúkrahúsverkið, sum vit øll eiga, fingu øktar játtanir at avgreiða kanningar og greiningar. Men tað fáa tey ikki – ikki eina einastu krónu.

Hví?

Tí løgtingsmeirilutin hevur lóggivið peningin, sum goldin verður fyri hesar kanningar og greiningar, niður í lumman á tveimum privatum fyritøkum.

Hvat er felags fyri hesar fyritøkur?

Í báðum førum varða løgtingsmenn í størstu samgonguflokkunum av teimum - sum lutaeigarar, nevndarlimir ella ráðgevar.

Nei, eg veit tað væl:

Vit eru ikki í Týsklandi í 1935.

Vit eru í Føroyum í 2020.

Men gevur hetta ikki okkum okkurt at hugsa um?

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð