Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hanus Hansen á skrivstovuni á Kósini. Í 1996 valdi Hanus at leggja seg uppá land, og bleiv stjóri í JFK fyritøkuni, sum tá hevði skipini Sundaberg og Skálaberg. Í Hanusar tíð sum stjóra er JFK samtakið vaksið úr 2 til upp ímóti 20 skipum, og samstundis fevnir samtakið seg um flakavirkið Kósina, og eisini eitt frystihús, ið eisini verður nýtt sum landingarmiðstøð | Mynd: Oliver Joensen

Sjúrðarberg er ímyndin av JFK

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.08.2020 - 10:29 Leiðarin Tíðindi Vinna

Tá ein nýggjur Sjúrðarberg stevnir inn á Klaksvíkina, eru trongu tíðirnar av. Tað vísir søgan. Har var nærmast sorg í allari Klaksvíkini, tá ið kunngjørt var í 2018, at Sjúrðarberg mátti seljast av landinum, og tað var á ein hátt sum berarar til eina jarðarferð, at teir seinastu av manningini sigldu skipið út av Vágni fyri seinastu ferð í juli 2018. Men nú er aftur vón. Nú kemur ein nýggjur Sjúrðarberg.

Eftir 2. heimsbardaga stevndi tann fyrsti Sjúrðarberg inn á Klaksvíkina. Hetta var í 1948, men sáttmálin varð undirskrivaður stutt eftir kríggið, í 1946, sama ár sum Dragaberg varð keyptur. Fyrsti Sjúrðarberg var 656 tons til støddar, og hann var tann størsti trolarin í Føroyum. Somuleiðis var hann tann best útgjørdi, tá tað kemur til nautisk amboð; hann var tað einasta fiskiskipið í Føroyum, og annar av bert tveimum fiskiskipum í Norðureuropa, sum hevði radara. Tilsamans hevði Kjølbrofyritøkan tá 27 skip uppá tilsamans beint undir 3.000 tons, og av teimum var Sjúrðarberg nógv tað størsta og teknaði seg fyri 21% av samlaða tonsatalinum.

Í sjeytiárunum komu teir so kendu tríburðarnir við -berg-nøvnunum. Fyrstu var Sjúrðarberg II, sum tó ikki bar 2-talið í navninum. Hinir báðir vóru Sundaberg II, sum kom í 1974, og Skálaberg III, sum kom í 1976. Teir vóru allir av somu stødd, 850 tons, og vóru tí sum tríburðar at rokna. Hesin Sjúrðarberg fekk ikki eins drúgva livitíð sum navnin og undanskipið, fyrsti Sjúrðarberg. Hann var í flotanum hjá JFK árini 1971-1979, til hann varð sendur.

Men skip kemur sum kunnugt í skips stað, og í 1982 kom so tann triði Sjúrðarberg í flotan. Hesin var 397 bruttotons, og kom sama ár sum Saksaberg, Slættaberg og Skoraberg. Av hesum fýra var Sjúrðarberg tann størsti, og tað fortelur eitt sindur um, at navnið Sjúrðarberg hevur ein serligan tokka í JFK-fyritøkuni. Sjúrðarberg III hevði KG 180 og var hekkutrolari eins og undanskipið Sjúrðarberg II. Fyrsti Sjúrðarberg var vanligur trolari, og teir bóru allir tríggir KG 180.

Tann seinasti Sjúrðarberg, frammanundan hesum, sum í dag stevnir inn á Vágna; tann, ið varð seldur av landinum í 2018, hevði KG 183 og varð skrásettur í 2013. Lagnan hjá honum gjørdist stutt og heldur sorgblíð. Tá kvotan í Barentshavinum minkaði í 2018, kendi JFK seg noytt til at selja eitt skip úr flotanum, tí grundarlag var ikki fyri tí, og tað gjørdist Sjúrðarberg, sum fall fyri avgerðini.

Men eftir 2018 hava bjartari sól skinið á og blíðari vindar blást yvir reiðaríið JFK og alla Klaksvíkina. Eitt bjartskygni, sum ikki hevur sæð makan í 10, kanska 20 ár, er nú aftur í býnum, og røkkur heilt inn í Eysturoynna. Ikki einans JFK, men fleiri reiðarí í Norðoyggjum og Eysturoy byggja nýtt, og tann heilt stóra sólskinssøgan er spildurnýggi Gadus, sum eftir ætlan skal sigla inn á Klaksvík sjómannadagin í 2022.

Nýggi Sjúrðarberg er ikki nýbygningur, men gamal kenningur, og hevur sum øll kær børn havt mong nøvn. Skipið varð bygt á Skála Skipasmiðju í 1987 og æt av fyrstan tíð Skálafjall. Seinni hevur tað itið Beinir, og enn seinni Akraberg, men trolarin varð seldur av landinum í 2006. Seinasti eigarin hevur verið eitt reiðarí í Letlandi, men skipið hevur kortini verið skrásett í Póllandi. Seinasta navnið, skipið hevur borið, var Dorado.

Tá ið nýggi Sjúrðarberg kemur, er ætlanin, at hann skal fylla skógvarnar hjá undanfarna Sjúrðarbergi, ið varð seldur í 2018. Nevniliga saman við Gadusi at fiska tosk í Barentshavinum. Sostatt er endaliga gjørt upp við óhepnu støðuna, og JFK hevur konsoliderað seg aftur í Barentshavinum. Ja, reiðaríið kemur enntá sterkt aftur, tí ætlanin er at umleið dupult so nógvir mans, eini fimmti í tali, skulu vera við nýggja Sjúrðarbergi. Umframt tosk í Barentshavinum skal Sjúrðarberg eisini fiska kongafisk í Irmingarhavinum og í altjóða sjógvi.

Tað hevur tikið drúgva tíð at fáa skipið til Føroya, og tað er nógv seinkað. Tað er hálvur annar mánaður síðani, at Sjúrðarberg varð skrásettur í Føroyum. Men leingi er tað, sum væl skal verða, og ein nýggjur Sjúrðarberg plagar at merkja nýggjar tíðir fyri JFK, og líkt er til, at hesin heldur onki undantak verður. Tær heldur trengru tíðirnar við óvissu eru av, og framtíðin sær bjørt út.

Nýggi Sjúrðarberg fór úr Cuxhaven í Týsklandi 22. august og stevnir inn á Klaksvíkina í dag, týsdagin 25. august. Keypsprísurin hevur verið 2,5 milliónir evrur ella umleið 18,6 milliónir í okkara peningi, og skiparar á fyrsta túrinum eru Ásmund Olsen og Rólvur í Norðnástovu.

Hjartaliga tillukku við nýggja Sjúrðarbergi, JFK.

Lýsing
Seinastu tíðindini
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið