Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fullveldismálið setir ikki longur dagsskránna í føroyskum politikki, og mugu hesir báðir, formenninir í Tjóðveldi og Sambandsflokkinum, sanna, nú teirra flokkar standa til at missa hvør sín tinglim | Mynd: kvf.fo

Greining: Vinstra/høgra er lagið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.09.2020 - 18:24 Leiðarin Politikkur

Fullveldismálið liggur deytt. Javnaðarflokkurin stendur til ein knúsandi sigur, Fólkaflokkurin heldur tørn, Tjóðveldið og Sambandið eru í ringum skørum, Miðflokkurin og Framsókn hava konsoliderað seg, meðan Sjálvstýrið, sum vant, er undir tinggáttini. Hetta kunnu vit alt lesa burturúr feskastu veljarakanningini, ið spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin. Kanningin er tann mest markanta síðani valið fyri just einum ári síðani

Um val var í dag, var tingmannabýtið hetta: Fólkaflokkurin 8, Sambandsflokkurin 6 (÷1), Javnaðarflokkurin 10 (+3), Sjálvstýri 0 (÷1), Tjóðveldi 5 (÷1), Framsókn 2 og Miðflokkurin 2 tingfólk. Býtið millum andstøðu og samgongu hevði sostatt verið 16 til samgonguna og 17 til andstøðuna. Men hetta letur eisini upp fyri heilt øðrum samgongumøguleikum.

Høvuðsniðurstøðan av veljarakanningini er, at fólk ikki longur hugsa um samband og loysing. Tað missa bæði Tjóðveldi og Sambandsflokkurin uppá, men tað er neyvan Sambandsflokkinum fyri at takka. Heldur er orsøkin, at Tjóðveldi ikki hevur arbeitt fyri loysing seinasta valskeið, og Sambandsflokkurin hevur tí ongan veruligan mótpol havt. Eisini man tað spæla inn, at málið, sum Tjóðveldið arbeiddi við í staðin fyri fullveldi, fiskivinnunýskipanin, miseydnaðist fullkomiliga og varð av ongum. Tjóðveldi hevur tí onki stórvegis úrslit at vísa á, hvørki á fullveldiskós ella á fiskivinnuøkinum.

Javnaðarflokkurin dustsýgur allar atkvøðurnar, sum teir tríggir Sjálvstýrið, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi missa. Hann og Framsókn eru teir einastu flokkarnir við framgongd, og framgongdin hjá Javnaðarflokkiinum er risastór. Heilar 3 tingmenn gongur Listi C fram og gerst harvið størsti flokkur við 10 tingfólkum. Ein orsøk er sjálvandi, at Javnaðarflokkurin er diametrali mótsetningurin hjá Fólkaflokkinum. Men flokkurin hevur eisini meistrað sítt PR serstakliga væl, og Javnaðarflokkurin hevur verið tann mest konstruktivi andstøðuflokkurin. Ein stórur partur av frágreiðingini er eisini at finna í, at Aksel V. Johannesen er sera væl umtóktur sum leiðari, og er einasta veruliga boðið uppá ein løgmann hjá andstøðuni.

Fólkaflokkurin hevur ikki orsøk at fara í kolkjallaran av kanningini heldur. Hann fer eitt vet aftur í atkvøðum, men varðveitir síni 8 tingfólk. Orsøkin er uttan iva, at hann hevur verið tann handlikrafti samgonguflokkurin, sum hevur fingið alt sítt ígjøgnum uppá stutta tíð. Fyrst og fremst fiskivinnumálið, sum er avgreitt og fastlæst í 12 ár, ið verða rullandi framyvir. Men eisini tí at flokkurin, eins og Javnaðarflokkurin, hevur dugað sítt PR til lítar.

Sambandsflokkurin gerst triðstørsti flokkur og tekur alla afturgongdina hjá samgonguni á seg. Við 6 tingfólkum er tað hann, ið ger, at samgongan missir meirilutan. Her má metast, at ein orsøk er, at hansara politisku mál ikki eru komin ígjøgnum enn. Viðgerðartrygdin er enn ikki avgreidd, eins og málið um CPR ikki er avgreitt heldur; har sær tó út til at vera gongd í. Sambandsflokkurin hevur enn tíð at rætta upp uppá sítt “image”, men tað má helst gerast í inniverandi tingsetu, tí veljarin sær út til at hava mist tolið við løgmansflokkinum. Eisini kann tað, at heilsumálaráðharrin og løgmaður eru komnir við mótstríðandi útmeldingum í Corona-málinum, hava ávirkað lakað úrslitið hjá Sambandsflokkinum í kanningini skeiva vegin. Í øllum førum hevur Sambandið ikki vunnið uppá, at teir báðir hava verið frontfigurar undir Corona.

Tað er tó helst í Tjóðveldi, at størst orsøk er til sjálvrannsakan. Tjóðveldi gongur sum tann einasti andstøðuflokkurin aftur, og tað hevur hann gjørt í langa tíð. Hann hevði afturgongd til fólkatingsvalið, til løgtingsvalið og í hvørjari einastu veljarakanning síðani tá, tó at hann hevur hildið tørn í tingmannatali í onkrari. Og tað er onki at taka seg aftur í, at tað er útjaðaran, sum Tjóðveldið hevur mist. Við 5 av 6 tingfólkum úr Suðurstreymoy er flokkurin – neyvan við vilja – vorðin ein høvuðsstaðarflokkur, og er har á heimabeitinum hjá Framsókn og berjist um somu atkvøður. Ivaleyst bløðir hann eisini atkvøður til Javnaðarflokkin.

Helst man Tjóðveldi í dag umhugsa, hvørt tað er tíð at skifta formann. Høgni Hoydal hevur nú sitið í 22 ár, og tá ið hann kom til í 1998, lyfti hann flokkin úr 4 tingfólkum og upp á 8. Við hesi kanningini er hann niðri á 5, og skal Tjóðveldi ikki vera í sama standi, sum tá Hoydal yvirtók hann, er lagaliga løtan helst komin at seta ein nýggjan for”mann”, eftir tingmanningini at døma eina kvinnu, við. Roknast kann tó við, at flokkurin bíðar við at gera nakað til eftir kommunuvalið í november. Fær flokkurin eina uppreisn tá, broytir tað alt, men tað kann eisini henda, at niðurgongdin tá verður sligin føst við tólvtummaseymi.

Ikki er nógv at siga um smærru flokkarnar. Miðflokkurin og Framsókn standa í stað, meðan Sjálvstýrið, sum vant, verður mett at enda undir tinggáttini. Framsókn hevur tó eina ávísa framgongd í prosentum, sum tó ikki er nokk til eitt triðja tingfólk. Tær stóru forskjótingarnar eru á sambands- og loysingarásanum.

Um samgongumøguleikar sigur hetta, at hetta úrslitið ikki er nóg mikið fyri sitandi samgongu at kunna halda fram. Hon má tí út at leita sær eftir undirtøku fyri minst einum manni (m/k) afturat áðrenn komandi val. CEF-samgongan hevði fingið 51,2% og 17 tingfólk, so har er ein møguleiki, men spurningurin er, um Javnaðarflokkurin vil tað. Ein møguleiki er eisini ein sambandssamgonga við Sambandsflokkin og Miðflokkin, sum tað ikki er heilt óhugsandi, at Framsókn vildi verið við í.

Í øllum førum mugu vit staðfesta, at fullveldismálið er ikki á dagsskrá. Tjóðveldi missir og Sambandsflokkurin eisini, uttan iva av tí at teirra søguliga hjartamál als ikki eru til umrøðu í løtuni. Tað eru Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum sláa tónan ann í føroyskum politikki, og tað, sum skilir vøtnini í Føroyum, er í dag ikki loysing og samband, men borgarligur kontra sosialistiskur politikkur. Tað var eisini støðan í farna valskeiði, og hendan veljarakanningin undirstrikar tað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund