Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ongin toskur til - prísurin hareftir

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.09.2020 - 10:59 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Á Fiskamarknaðinum er prísurin á toski “himmalhøgur”, ímeðan hýsuprísurin er góður í løtuni. Serfrøðingar í fiskivinnuni, sum vit hava tosað við siga, at tað næstan eru bert útflytarar, ið keypa á Fiskamarknaðinum í løtuni.

Tá tað kemur til saltfisk, so er søluprísurin á saltfiski til útlandið lækkaður eini 30-40% seinastu mánaðirnar og tí er nærum ómøguligt hjá saltfiskaframleiðarum at keypa tosk í løtuni.

Prísurin á longu, brosmu og upsa er so lágur sum sjálvdan áður, so ein av okkara serkønu keldum vit tosaðu við helt, at støðan var katastrofal hjá teimum, ið arbeiddu innan saltfiskaframleiðsluna.

Orsøkin til at toskaprísurin er so høgur í løtuni skal síggjast í sambandi við, at útróðrarbátar og línubátar fáa ongan tosk.

Tá vit spyrja hvussu sær út frameftir við saltfiskaframleiðslu, verður bara rist við høvdunum og sagt, at marknaðurin er í knúsi.

Um støðuna hjá fiskinum, sigur Fiskamarknaðurin, at toskurin er um at vera í betri standi, ímeðan serliga smærra hýsan er sera væl fyri og feit.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC