Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stórsigur til Kyndil - Heiður til Pól Mikkelsen

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  13.09.2020 - 18:09 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Stjørnan var væl við í fyrra hálvleiki, tá tær í dag tóku ímóti Kyndil, men í seinna hálvleiki skrædnaði. Úrslitið gjørdist ein greiður 32-18 til gestirnar.

Unga stjørnuliðið kom væl frá byrjan og legði seg á odda 4-1, men so svaraði Kyndil aftur, og fekk eina leiðslu uppá 8-4, men Stjørnan hekk í, og tá 24 min vóu leiktir var støðan 11-10 til Kyndil, men nærri kom Stjørnan ikki. Hálvleiksstøðan gjørdist 15-11 til Kyndil.

Í seinna hálvleiki setti Kyndil seg á dystin og økti støðugt um leiðsluna. Tað gjørdi ikki uppgávuna lættari Stjørnuni, at Tóra beint fyri hálvleik mátti av vøllinjum við skaða í hondini. Hon kom innaftur í seinna hálvleiki, men var merkt av skaðanum. Spælið hjá Stjørnuni var serlig í seinna hálvleiki merkt av nógvum mistøkum, sum blivu straffaði beinanvegin. Saknurin av Jancy og Minu var eyðsýndur á stjørnuliðnum. Kyndilsliðið sær út til at vera væl fyri, og verður uttan iva eitt av liðunum í oddastríðum.

Heiður til Pól Mikkelsen:

Í hálvleikinum í dag, hevði leiðslan fyri Stjørnuna valt at heiðrað ein av tryggastu stuðlunum hjá felagnum, Pól Mikkelsen. Tað var Hanna Brandal, ið fekk heiðurin at handa Pól eitt blómutyssi og nógv góð ynski frameftir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag