Lýsing
Lýsing
Lýsing

Páll Finnur Páll gjørt lag um Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.09.2020 - 13:43 Kykmynd Mentan Tíðindi

Býurin svevur eitur seinna lagið hjá Páll Finnur Pàll í hesi syftu.

Lagið er skrivað í vár, tá sjúkan legði landið lamið og gøturnar oydnar. Íblásturin til tekstin kemur úr Klaksvík, sum eins og restin av landinum lá brakk hesar vikurnar. Býurin tóktist tó hava sama puls undir húðini - ein pulsur, sum altíð hevur hugtikið limirnar í bólkinum, ið hevur havt nógvar løtur í býnum í norðuroyggjum.

Upptøkan er úrslit av einum venjingartúri, sum Páll Finnur Páll gjørdi á Sandi fyrr í summar. Tvey løg eru upptikin. Tað fyrra, Nær Kemur tú heim, kom út fyri tveimum vikum síðani.

Hetta seinna, Býurin Svevur, er nú liðugt og kann hoyrast her:

 

Eisini hesaferð hava Páll Finnur Páll heitt á talentfullu Daniu O. Tausen at hjálpa við kórrødd.

Theodor Kapnas hevur miksað.

Páll Finnur Páll varð stovnaður í Hoydølum í 1999. Hesi 21 árini hevur bólkurin latið fimm útgávur og fimm stakløg úr hondum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026