Lýsing
Lýsing
Lýsing

Abubakar Ibrahim Aliyu spælir ikki við KÍ komandi tíðina

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.09.2020 - 17:20 Ítrottur Tíðindi

Álopsleikarin úr Nigeria var ikki við hópinum í Suðuroynni hetta vikuskiftið. 

Tað hevur ljóðað hetta síðsta døgnið, at 25 ára gamli Abubakar Ibrahim Aliyu longu er steðgaður í KÍ. Hann kom til KÍ í summar og hevur spælt tveir dystir. Norðlýsið hevur vent sær til KÍ-venjaran, Mikkjal K. Thomassen, sum váttar, at Abubakar ikki spælir komandi tíðina. 

- Vit hava bannað leikaranum at vera partur av hópinum í 14 dagar, meðan vit viðgera støðuna. Aðrar viðmerkingar havi eg ikki til hetta málið í løtuni, sigur Mikkjal K. Thomassen við Norðlýsið.

 


Sostatt verður Abubakar Ibrahim Aliyu ikki partur av KÍ-hópinum komandi tíðina, og so vil tíðin vísa, um hann er heilt liðugur í felagnum, sum okkurt kanska kundi bent á.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag