Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jesus segði: ”Loyvið smábørninum at koma til mín, forðið teimum tað ikki!”

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  27.09.2020 - 15:54 Poddar

Miðflokkurin sigur: Smábørnini eru eru sum fiskikvotur ella fiskiveiðuavtalur! So hjartaleys og ókristilig er tulkanin av barnavinarliga boðskapi Jesusar hjá hesum flokkinum, ið mest sum hevur tikið sær einarættin uppá føroyska gudiligheit!

Hóast eg hevði jura sum eina av trimum høvuðslærugreinum til studentsprógv (A-level, General Principles og Law), so havi en ongantíð til fulnar skilt juridisku frumskógina. Men mín fátæki logikkur sigur mær, at hevur tingið samtykt samkynt parlag ella hjúnalag, so áttu børn eisini onkursvegna at verið umfevnd av hesi lóggávuni.

Eg sigi hetta, tí fólk kunnu fáa børn við sær inn í samkynd parløg, og fólk í samkyndum parløgum kunnu jú ala børn, ella fáa børn í ”varðveitslu”. Um hesi børnini ikki hava somu rættindi sum onnur børn, so er í veruleikanum talan um diskriminatión, um mannamun – og tað má onkursvegna vera í stríð við andan í føroyskari demokratiskari lóggávu, har øll eru líka fyri lógini, ella hvussu?

Tá hendan diskriminatiónin so fer fram í Jesu ella hinum kristna Guðs navni, so skríggjar tað av vanvirðing fyri øllum tí, sum boðskapur Jesusar umboðar, og so prógvar tað tað, sum vit væl vistu, at í Føroyum lesa tey ikki Bíbliuna eins og Luther, útfrá tí sum tænir Kristusi (was Christum treibt), men út frá, hvat tænir Mósesi, Paulusi og miðaldardogmum annars.

At javnmeta teir yngstu guðsskapningarnar við fiskikvotur ella fiskiveiðuavtalur (Bill Justinussen í KvF) er so anskræmiligt, at tað eru ikki orð fyri tí. Jesu lív var fyri so vítt ein uppgerð við alla lógarreligión. Men kortini verður Jesus her nýttur til at gera juridiskan mismun á teimum minstu. Her er talan um ein kærleiksleysan átrúnað, sum velur deyða bókstavin fram um kærleikan, lógina og fram um náðina.

Kristni boðskapurin kann ikki samtykkjast við lóg, enn minni setast í verk við lógarheimildum.  Jesus hevði í hyggju at broyta menniskju, hjartalagið, og ikki bara lógina, tí tú kanst ikki lóggeva fyri kærleikanum, náðini ella lívsvónini.

Tá politikararnir ikki vilja geva evt. børnum úr samkyndum parløgum somu rættini sum onnur børn, tí børnini skulu kenna pápa sín, so er tað eisini ein diskriminatión og háðan av teimum, ið av einari ella aðrari orsøk ikki vita, hvør pápi teirra er. At siga at øll børn skulu hava ein faðir og eina móðir, er eisini ein niðurgerðing av teimum, ið bara hava eina móður ella bara hava ein faðir, ella bara ommu og abba. Familjumynstrið hevur ongantíð verið einfalt!

Tað eru undirlívspolitikarar í øllum flokkum í Føroyum, Onkur flokkur er kanska ein reinur undirlívsflokkur. Og tað er onki at ivast í, at tað eru nógvar atkvøður í undirlívspolitikki, og tað er helst tí, at undirlívspolitikarnir buldra i hesum málinum.  Tey hava sjálvandi eins góðan rætt til sína áskoðan og øll hini - men trúgvið ikki, at tit tæna honum, sum bað smábørnini koma til sín, við at tit seta ein evarska lítlan minniluta til viks við diskriminatión í Jesu navni!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…