Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í hesum døgum verða heystfjøllini gingin. Í vikuni, sum fór, vóru nógvir góðir dagar at fara á fjall. Myndin varð tikin á fjalli í ognarhaganum á Oyri seinasta mánadag. Í góðveðrinum leygardagin vóru nógvir veðrar tiknir í feitilendum norðanfyri. Í vikuni, sum kemur, fara allir dagar ikki at roynast líka væl til at reka seyð. | Mynd: Undirritaði

Heystarluft

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  27.09.2020 - 18:16 Tíðindi Veðrið

Í næstu viku verður veðrið óstøðugt. Lýggj luft sunnan úr miðjum Norðuratlantshavi teir fyrstu tríggjar dagarnar – t.e. frá mánadegi til og við mikudag. Vindferðin skiftandi úr 5 m/s og upp í 12 m/s.

Frá hósdegnum og restina av vikuni fara vit at merkja allar ættir.

Orsøkin er, at lágtrýstini teir næstu dagarnar fara at flyta seg av leiðunum við USA og tvørtur um Ísland. Vit fara tí at fáa ættirnar báðu megin sunnan – úr útsynningi til landsynning ímeðan so er. Saman við hesum fara so brúgvaløg at koma við regni.

Tað fyrsta regnumráðið fer at koma í nátt, og tað fer at liggja uppiyvir okkum til út á seinnapartin í morgin. Í annaðkvøld er ælaveður ella turt.

Týsdagin og mikudagin fer at vera turt, kanska onkrir ælingar. Tó meiri vindur mikudagin enn týsdagin. Týsdagin veksur hann úr 5 m/s úr suðuri á morgni upp í 8 til 12 m/s úr landsynningi-suðuri um kvøldið. Mikudagin eru 10 til 15 m/s úr landsynningi, men minkandi um kvøldið.     

Hitin fer at liggja um tey 10 stigini mánadagin, týsdagin og mikudagin.  

Frá mikudegnum og nakrar dagar fram fara lágtrýstini at ferðast beint á Føroyar, og tá verða ættirnar ógvuliga skiftandi. Vindferðin skiftandi úr 5 m/s upp í 10 m/s. Regn hósdagin, men allar hinar dagarnar turt ella ælaveður.

Hitin frá hósdegnum av og nakrar daga fram fer at liggja um 6 til 8 stig.   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti
Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann m…
Upptakt: SJK-KÍ
Tryggja tær atgongumerki til KÍ - SJK
Norskar gentur funnu fløskupost frá 2013…
KÍ: Dysturin byrjar kl. 17 føroyska tíð
Samtalur, bindiklubbar og spontanir kaff…
Forvitnisligar royndarverkætla­nir á Skúl…
Havsbrún er ein sera fjøltáttað fyritøka
Líðhamar 25.000 pund á bankanum
Lands­stýris­maðu­rin vitjaði JFK
Teistin royndi rampuna vestarumegin
Fiskaklettur og Búgvin landað í dag
Evropa dystirnir undir luppin
100 fermetrar stórt KÍ flagg