Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eitt bragd at fáa viðarlundina í Grøv at grógva

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.09.2020 - 14:40 Mentan Tíðindi

- Viðarlundir skapa hugna og lívd og eru gott skjól hjá fugli. Tað er eisini hugaligt, at klaksvíkingar veruliga brúka viðarlundina, segði Jóhann Mortensen, formaður í skógfriðingarnevndini, á 40 ára haldinum úti í Grøv. Niðanfyri prenta vit røðuna hjá Jóhann.

Hjartaliga tillukku við 40 ára degnum hjá viðarlundini úti í Grøv! 

Somuleiðis takk fyri at tit hátíðarhalda henda dagin, sum er við til at varpa ljós á viðarlundir, og tann týdning, sum trævøkstur hevur fyri fólk, fugl og umhvørvið.

Vit kunnu ikki siga annað, enn at tað var eitt bragd at fáa runnar og trø at vaksa her úti í Grøv. Her er rættiliga harðført, og eg kann hugsa mær, at stundum legst sjórok inn yvir lendið, tá hann er landssynningur í ættini.

Við tógvið stríð fekk fyrsti býargartnarin hjá Klaksvíkar kommunu, Hans Jacob Joensen, tey fyrstu trøini at grógva. 

Men mangan er plantað umaftur, tí tað fyrsta eydnaðist ikki. Við bit og slit fekk Hans Jakku hjá Dáva tó hetta lendið til eina viðarlund, sum tit í Klaksvík - og vit onnur sum hava áhuga fyri trævøkstri - fegnast um.

Tað er eisini hugaligt at síggja, at klaksvíkingar hava tikið væl ímóti viðarlundini. Nærum hvørja ferð eg eri í Klaksvík, fari eg ein túr út higar, og altíð sæst fólk á leiðini - annaðhvørt til gongu, rennandi ella við barnavogni.

 

Føroyar vóru kladdar í runnar
Hví skulu vit seta trø niður, og eru trø natúrligur vøkstur í Føroyum?

Um vit taka tann seinra spurningin fyrst, vísa rannsóknir, at Føroyar vóru klæddar í runnar og kjarr, áðrenn fólk búsettu seg her við seyði, neytum, rossum og øðrum dýrum. Og tí er træ- og kjarrvøkstur ikki ónatúrligur.

Hví skulu vit seta trø niður? Orsøkirnar eru fleiri. Viðarlundirnar skapa lívd, og tað eru nógv, sum leita sær í lundir fyri at hvíla, njóta friðsæluna, fuglalívið og suðið frá trækrúnum. 

Tað merkir, at viðarlundir hava ein heilsumennandi týdning fyri fólk, og tí vitja nógv fólk viðarlundir, tá tær ikki eru ov langt frá bygdum øki. 

Viðarlundir hava eisini ein ómetaliga stóran týdning fyri fuglalív. Nógvur smáfuglur byggir í lundunum, og nógvur ferðafuglur kemur í viðarlundir at søkja sær skjól fyri ránsfugli og øðrum vandum. Harafturat koma smádýr og kykt, sum hava týdning fyri vistfrøðina. 

Men viðarlundir og skógur hava ikki bara týdning sum eitt útferðarmál.

 

Binda koltvísúrni - týdning í veðurlagspolitikki
Lyfta vit okkum so eitt sindur upp frá, so hevur trævøkstur stóran týdning fyri veðurlagið. 

Skógur og viðarlundir súgva CO2, ella koltvísúrni, úr atmosferuni, tí trø skulu hava koltvísúrni, sólarljós og vatn fyri at kunna vaksa.

Og tá trø taka upp koltvísúrni, verður tað umgjørt til cellulosu, so trøini vaksa, og til ilt, sum trø aftur lata út í atmosferuna.

Trævøkstur og skógur hava tí stóran týdning í altjóða veðurlagspolitikinum. Og tí gongur rákið móti at gróðurseta alsamt fleiri trø og brúka meira av viði til at byggja hús og annað.

Men so kemur vanligi spurningurin: Ger tað nakran mun, at vit í Føroyum seta okkum sum mál at planta meira, tí landið er so lítið, at tað er bara ein lítil dropi í havinum?

Eg sigi tó sum Snopprikkur segði, tá hann blakaði uppgávukonuna fyri borð: Alt ger mun.

 

Stórur áhugi - ongan skógvarpolitikk
Ongatíð áður hevur Gróðurstøðin í Miðhoydølum selt so nógv sum í ár. Einstaklingar, feløg og kommunur keypa altsamt fleiri runnar og trø. Tað merkir, at vit fáa meiri vøkstur, lívd og hugna.

Í dag eru um 100 hektarar gróðursettir í Føroyum. Tað er tað sama sum 0,07 prosent av vídd Føroya, ella um 20 fermetrar fyri hvønn føroying, er trævøkstur. Um vit siga, at tað eru 7.500 trø á hvørjum hektari, hava vit umleið 14 trø fyri hvønn føroying.

Um vit taka Danmark sum dømi, eru umleið 14,5 prosent av vídd Danmarkar skógur. Fara vit til Ísland eru 1,2 prosent av Íslandi klædd við skógi og lundum. Mál íslendinga er, at í ári 2100 skulu 12 prosent av landinum vera skógarvøkstur. Íslendingar hava sum mál at seta 12 milliónir trø niður um árið.

Íslendingar hava sjálvandi ein skógarpolitikk. Tað hava vit ikki, men skógfriðingarnevndin hevur lagt nógv arbeiði í at gera eitt arbeiðsskjal, sum kann vera grundarlag undir einum arbeiði at smíða Skógarpolitik Landsins. Uppskotið varð handað landsstýrismanninum í umhvørvismálum í februar.

Nógv tilmæli eru í uppskotinum. Eitt nú, at Føroyar seta sær um mál, at 200.000 trø skulu gróðursetast um árið. Tað eru fýra trø fyri hvønn føroying. Um Gróðurstøðin fær eitt sindur betri umstøður og rásarúm, kann alt ella meginparturin alast í Føroyum. 

Ynski um tvær viðarlundir aftrat
Í Klaksvíkar kommunu er eisini ein hugnalig viðarlund í Mikladali. 

Í sambandi við 40 ára dagin hevur býargartnarin, Hans Hjalti Skaale, sagt í eini samrøðu, at hansara ynski í sambandi við henda 40 ára dagin er, at Klaksvíkar kommuna eisini fer at virka fram ímóti at fáa øki til viðarlund í Svínoy og í Árnafirði, og vaksa um viðarlundina í Mikladali niðan móti vegnum.

Sum formaður í Skógfriðingarnevndini kann eg  ikki siga annað, enn at hetta er eitt sera gott føðingardagsynski.

Hetta fer at skapa hugna og gera Klaksvíkar kommunu og Norðoyggjar uppaftur meiri fjølbroyttar.

Takk fyri at tit lýddu á og framhaldandi góðan føðingardag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund