Lýsing
Lýsing
Lýsing
KÍ-lið undan dysti í Europa League í 2019 | Mynd: Oliver Joensen

Eitt stórtap í 14 Europadystum síðstu fimm árini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  30.09.2020 - 08:20 Ítrottur Tíðindi

Vit hava hugt eftir úrslitunum hjá KÍ í Europafótbólti síðstu árini.

KÍ luttók í 2017 á fyrsta sinni 10 ár í Europafótbólti. Síðani tá hevur KÍ spælt 14 dystir, um vit ikki telja skriviborðsdystin móti Slovan Bratislava uppí. Úrslitini hava sum heild verið góð og bara einaferð hevur KÍ tapt stórt (meir enn tveimum málum). Besta úrslitið var helst 6-1 sigurin móti Dinamo Tbilisi í síðstu viku.

 

2017: KÍ-AIK(Svøríki) 0-0 og AIK-KÍ 5-0

2018: Birkirkara-KÍ (Malta) 1-1 og KÍ-Birkirkara 2-1

2018: KÍ-Zalgiris (Litava) 1-2 og Zalgiris-KÍ 1-1

2019: KÍ-Tre Fiori (San Marino) 5-1 og Tre Fiori-KÍ 0-4 (9-1 sum er størsti sigurin nakrantíð samanlagt hjá føroyskum feløgum)

2019: Riteriai-KÍ (Litava) 1-1 og KÍ-Riteriai 0-0

2019: Luzern-KÍ (Sveis) 1-0 og KÍ-Luzern 0-1

2020: KÍ-Slovan Bratislava (Slovakia) 3-0 (skriviborðsigur vegna korona í hópinum hjá Slovan Bratislava)

2020: Young Boys-KÍ (Sveis) 3-1

2020: KÍ-Dinamo Tbilisi(Georgia) 6-1 (størsti sigurin nakrantíð hjá einum føroyskum felag)

 

 

Dystir: 14 (skriviborðsigurin ikki taldur uppí)

KÍ vunnið: 4

Javnleikur: 5

KÍ tapt: 5

Málmunur: 22-18

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum