Lýsing
Lýsing
Lýsing

Um Dundalk FC

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  30.09.2020 - 19:15 Ítrottur Tíðindi

Vit hava hugt eftir felagnum, sum KÍ møtir hóskvøldið.

 

Mest vinnandi í Írlandi

Dundalk er mest vinnandi felagið í Írlandi við átta meistaraheitum. Tvey tey síðstu árini hevur Dundalk vunnið meistaraheitið, men í verandi kappingarári hevur ikki gingið eins gott. Dundalk liggur á 4. plássi og hevur ongan møguleika at endurvinna meistaraheitið, tí heili 18 stig eru upp til oddaliðið Shamrock Rovers, sum sunnudagin vann 4-0 á útivølli móti Dundalk. Dundalk ynskti at útseta hendan dystin vegna Europa League dystin móti KÍ, men fekk ikki ynski uppfylt og spældi hendan dystin einans við eykaleikarum, ið ikki byrja inni hóskvøldið.

 

Nýggjan venjara

Dundalk hevur ein nýggjan venjara, sum hevur sitið í samanlagt fimm dystum. Talan er um 49 ára gamla Filippo Giovagnoli úr Italia. Tá hann spældi, so var hann verjuleikari í Seriu C og Seriu D. Hann hevur vant lið í lægri deilum og undómslið í Italia. 25. august tók hann yvir í Dundalk eftir, at Dundalk hevði givið fyrrverandi venjaran sekkin eftir 3-0 tap móti Celje í Slovenia. Hann hevur vunnið tríggjar dystir, spælt ein javnleik og tapt ein dyst. Javnleikurin kom í Moldova, meðan hinir hava verið í heimligu kappingini.

 

Stórur dystur hjá Dundalk

Nýggi italski venjarin hevur sagt, at felagið raðfestir at koma langt í Europa League. Tað vísir raðfestingin í landskappingardystinum síðsta sunnudag eisini, tá bara eykaleikarar spældu. Hyggja vit eftir, hvat viðhaldsfólkini hjá Dundalk skriva, so er talan eisini um sera stóran dyst fyri Dundalk hóskvøldið. Støðan minnir eitt sindur um hana hjá KÍ, hóast Dundalk er favorittur at koma víðari. Hjá veddingarfyritøkunum verður mett, at Dundalk hevur 73,2 % møguleika at koma víðari, meðan KÍ hevur 26,8 %.

 

Nærum bara írar

Av teimum sum spældu móti Sheriff Tiraspol í 3. umfari í Europa League, so vóru nærum bara írar á vøllinum. Ein frá Norður Írlandi og 10 frá Írlandi vóru við frá byrjan. Á bonkinum komu bara írar inn umframt ein leikari frá Serbia.

 

Liðskiparin hevur leikbann

Ein av royndastu leikarunum hjá Dundalk er 29 ára gamli miðvallarleikarin, Chris Shields, sum eisini er liðskipari. Hann hevur spælt við liðnum síðani 2012. Hann hevur fingið trý gul kort í Europakappingunum í ár og hevur leikbann til hendan dystin.

 

Spæla í Dublin

Dundalk spælir vanliga á heimavølli á Oriel Park í Dundalk, har pláss er fyri 4500 áskoðarum. Men hesin graslíkisleikvøllurin hevur ikki neyðugu loyvini til at spæla ein Play-off dyst. Hesin vøllurin er 106X70 metrar. Tí verður dysturin spældur á Aviva grasvøllinum í Dublin, sum liggur áleið ein tíma frá Dundalk. Her spælir Írland sínar landsdystir, og er pláss fyri áleið 50.000 áskoðarum. Hesin vøllurin ert 106X68 metrar. Til hendan dystin verður eingir áskoðarar vegna koronastøðuna.

 

Úrslitini í Europakappingum

Dundalk var afturi í 2016 í bólkaspælinum í Europa League fyri fyrstu og einastu ferð. Hetta kom eftir sigrar á FH úr Íslandi og Bate úr Hvítarusslandi. Síðani tá hevur Dundalk spælt 15 dystir í Europakappingum:

2020: Sheriff Tiraspol-Dundalk 1-1 (Moldova)

2020: Inter Escaldes-Dundalk 0-1 (Andorra)

2020: Celje-Dundalk 3-0 (Slovenia)

2019: Slovan Bratislava-Dundalk 1-0 og Dundalk-Slovan Bratislava 1-3 (Slovakia)

2019: Dundalk-Qarabag 1-1 og Qarabag-Dundalk 3-0 (Aserbadjan)

2019: Riga-Dundalk 0-0 og Dundalk-Riga 0-0 (Lettland)

2018: Dundalk-AEK Larnaca 0-0 og AEK Larnaca-Dundalk 4-0 (Kypros)

2018: Dundalk-Levadia 2-1 og Levadia-Dundalk 0-1 (Estland)

2017: Dundalk-Rosenborg 1-1 og Rosenborg-Dundalk 2-1 (Noreg)

Dystir: 15

Dundalk vunnið: 2

Javnleikur: 6

Dundalk tapt: 7

Lýsing
Seinastu tíðindini
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið