Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðborg: Ongin útbúgving til trolfólk

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.10.2020 - 18:36 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í gjár kom eitt sindur av fløkju í trolið hjá okkum. Skjótt var fari undir at greiða fløkjuna. Men meðan eg stóð og hugdi at, undraðist eg á, hvussu teir funnu runt í øllum hesum gigantiska trolnetinum nú tá lá saman í eini stórari des á dekkinum.

Jóhan Isaksen, ið er stýrimaður á Norðborg hendan dagin, gekk runt saman við Jóhan David Norðoy og Tóra Lervig og royndi at fáa skil uppá trolið. Kránarnir hjá skipinum eru ógvuliga væl útgjørdir til at handfara trol, teir, saman við stóru trolrulluni hjálptu væl til við handfaringini, men at finna runt í øllum netinum var ikki bara sum at siga tað.

Upp undir endan var Jóhan næstan einsamallur at greiða. Tá han við knívi í hond kom eftir dekkinum eftir at hava loyst seinasta knútin, spurdi eg hann um hvussu hevði gingist: “Hetta var meira enn eg roknaði við”, segði hann stutt áðrenn hann fór av dekkinum.

 


Eingin føroysk útbúgving

Í dag fregnaðist eg hjá Jón Rasmussen skipara um hvussu ungir sjómenn fingu útbúgving sum trolmenn. Nei, sigur Jón, ongin føroysk útbúgving er til hetta starv. Tað er ikki tí, nógvir trolarar hava brúk fyri góðum trolmonnum, tað vil siga, menn, ið eru kønir í troli og bygnaðinum av trolum.

Í dag er tað so, at ungir menn, ið fara við trolara, og sum vísa seg at hava áhuga í troli, ofta fáa kjans á dekkinum. Trolvirkið Vónin hevur verið góð til at taka ungar menn inn at læra um trol, annars er eisini Sílnet og so hava eisini onkur skeið verið í kvøldskúlum og aðrastaðni, men ongin verulig útbúgving.

Eitt nú í Danmark kanst tú velja at læra til “Vodbindara”. - Hjá føroyskum ungdómi er tað soleiðis ein langur vegur at gerast fremsti netamaðurin á einum trolara.

Nú er tað so hjá uppisjóvarskipunum, at vit skræða vanliga ikki trolið. Men tað kann koma ein slík ógreiða í netið, at vit skræða fornetið, og tað er gott at hava ein góðan trolmann.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør