Lýsing
Lýsing
Lýsing

Óli M. Lassen stillar uppaftur

SKRIVAÐ: Norðoya Sjálvstýrisfelag  |  13.10.2020 - 15:14 Kommunuval 2020 Politikkur Tíðindaskriv

Norðoya Sjálvstýrisfelag er komið á mál við uppstillingini til komandi býráðsval, og greitt er, at Óli M. Lassen, býráðslimur og formaður í Teknisku nevnd, aftur er á listanum.

 

Sjálvur sigur Óli M. Lassen soleiðis:

Eg bjóði meg aftur fram til at stjørna okkara kommunu. Eg eri 55 ár, giftur við Marjun og eiga vit tvey børn og tvey abbabørn. Til dagligt starvist eg sum reiðari á JÁKUP B og LÍÐHAMAR.

 

Komandi fýra árini ynski eg, at vit framhaldandi hava fokus á at menna okkara kommunu á øllum økjum. Vit eru ein vinnara kommuna og mugu vit halda góðu kósina.

 

Størstu avbjóðingar vit sum kommuna hava eru, at vit skulu skaffa íbúðir til øll tey, ið ynskja at seta búgv í okkara kommunu.

 

Vit fara eisini at skapa góðar umstøður fyri barnafamiljurnar. Vit fara at byggja nýggjan barnagarð, dagføra enn fleiri spælipláss og fáa vit eisini eitt spæliland, sum barnagarðar og barnafamiljur fara at fáa nógva gleði av. Vit skulu ikki hava bíðilistar á dagstovnaøkinum.

 

Til okkara eldru borgarar skulu vit framhaldandi betra um tænastu og tilboð.

Vit fara at viðlíkahalda vegakervi og gera enn fleiri gongubreytir, betra parkeringsviðurskiftini, fáa enn betur skil á feðsluna og fríðka býin. 

 

Vit fara at skapa ein ítróttarmiðdepil við 4 hallum og har eindirnar verða bundnar saman við felags café.

 

Vit fara at gera fleiri vinnuøkir og fáa meiri uppland í Norðhavnini.

Kommunan skal framhaldandi verða eyðkend av, at her skal verða gott at liva og virka hjá øllum borgarum, har trivnaður og menning er í hásæti. 

 

Framhaldandi menning á øllum økjum og trivna fyri øll.

 

Klaksvíkar kommuna – ein kommuna í støðugari menning:

 

♦ Alternativa Íbúðarbygging til ung og tilkomin hevur hægstu ráðfesting.

♦ Útstykkingarætlan norðanfyri Domus byggingina - 12 sethús.

♦ Nýggjan barnagarð norðanfyri Domus byggingina.

♦ Nýggjar útstykkingar á Gravarbøð. Møguleikar til fleiri enn 30 sethús

♦ Eitt av bestu tilboðum í Føroyum innan barnaansing, skúla og tilboð til ungdómin.

♦ Økja um tilboð á eldraøkinum, og nøkta tørvin á røktarheimsplássum.

♦ Vælveruøkið útbyggjast, skjótibreyt og dagføra enn fleiri spælipláss.

♦ Spæliland fer í ger nú, og ynski eg, at vit eisini byggja nýggja fimleikahøll.

♦ Viðlíkahald av bryggjukantinum og vegakervinum, fríðkan og ger av fleiri gøtum.

♦ Góð ítróttar- & mentunartilboð til allar borgarar í okkara kommunu.

♦ Borgarar, sum byggja sethús skulu hava bestu tænastu (Økið skal undir teknisku deild).

♦ Framhaldandi góðar karmar til vinnulívið, ídnaðarøkir og víðkan av havnalagnum.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni