Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frits Trøjgaard Nielsen stillar upp

SKRIVAÐ: Norðoya Sjálvstýrisfelag  |  15.10.2020 - 16:32 Kommunuval 2020 Politikkur Tíðindaskriv

Norðoya Sjálvstýrisfelag er komið á mál við uppstillingini til komandi býráðsval, og greitt er, at Frits Trøjgaard Nielsen er á listanum.

Frits Trøjgaard Nielsen er 42 ára gamal, og hann er pápi at trimum børnum í aldrinum 8-14 ár. Hann starvast sum húsavørur á Skúlatrøð, og hevur arbeiðsroyndir bæði á sjógvi og á landi og í Føroyum og øðrum londum.

 

Sjálvur sigur Frits Nielsen soleiðis:

Mær dámar væl at royna nakað nytt, og tað er eisini orsøkin til, at eg velji at stilla upp til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu. Sjálvur haldi eg, og eg havi eisini hoyrt frá fleiri borgarum í kommununi, at tað manglar ein hýruvognstøð í Norðoyggjum. Hetta er als ikki ógjørligt, og tað er heldur ikki ein stór og dýr loysn, og tí er hetta nakað, sum eg havi sett mær fyri at arbeiða fyri, verði eg valdur.

 

Eisini vil eg arbeiða fyri teimum, sum hava skerdar førleikar. Eitt nú eiga almenn tiltøk at verða tulkað við deyv- og teknimálstulking, og hesum eigur kommunan sjálvsagt at ganga á odda við. Atkoma er eisini umráðandi, og borgarir, sum sita í koyristóli eiga og mugu hava betri atkomu.

 

Nógv er gjørt á økinum seinastu árini, men vit eiga at gera nógv meir. Klaksvíkar kommuna skal vera fyri øll. Nógv hevur verið frammi um bygging, sum ikki er liðug. Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at tað, sum er í gongd verður gjørt liðugt, umframt at viðlíkahald av vegum, gøtum, gøtulyktum, fortovum og øðrum ikki verður forsømt, men verður hildið við líka og enntá uppgraderað.

 

Tað er nógv, sum skal gerast liðugt, og mín hugsan er, at vit saman framá fáa ein stóran og góðan bý við nógvum stórum framtíðarætlanum.

 

Frits Trøjgaard Nielsen

Valevni fyri Sjálvstýri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið