Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjórn okkara - endamál og funktiónir

SKRIVAÐ: Ragnar Ludvig  |  17.10.2020 - 12:00 Lesarabrøv Politikkur

Bíbilska endamálið við eini stjórn er sera einfalt. Í stuttum kann sigast, at stjórnin hevur skyldu til, at halda skil á samfelagnum sum heild. Hetta inniber, at stjórnin skal verða fyrimyndin hjá samfelagnum. Ein týdningarmikil leiklutur hjá stjórnini er, at fyribyrgja rot í samfelagnum. Og at verja øll tey, sum hava góðan atburð og straffa tey, sum uppføra seg illa. Á tann hátt hevur Gud ætlað, at vit skulu varðveita ordan í samfelagnum fyri, at kunna liva eitt friðarligt lív saman.

Í gudgivna lívi okkara hevur Hann sett á stovn familjuna, samkomu Sína og stjórnina.

 

Ein familja er ein maður og ein kona, ið skulu ala børn síni upp til, at gerast góðir samfelagsborgarar. Mammur og pápar hava fulla skyldu til, at læra barn sítt, hvat ið er rætt og hvat ið er skeivt. Ein góð moralsk uppaling lærir børn okkara, at skyna ímillum, hvat ið er vandaleyst og hættisligt og hvat ið er loyvt og forboðið. Við hesum sum grundarlag verður gøtan slættari við færri snávingarsteinum.

 

Samkoma Guds hevur eina bíbilsku skrá. Stórur munur er í innihaldinum í uppalingini, sum afturat omanfyri nevndu borgarligu uppalingina, eisini fevnir um hina andaligu uppalingina, har børnini verða uppald í tí guddómliga sannleikanum. Tey skulu læra um Jesus og alt tað, sum Hann hevur boðið samkomuni at verða og gera. At Hann veruliga er hin einasti vegurin, sannleikin og lívið. Og at eingin kemur til Faðirin uttan við Jesusi. Við tí í hyggju, er endamálið við samkomuni eitt ríkt andaligt og sigrandi lív í Kristusi her á fold, ið stevnir beint ímóti hinum komandi heiminum.

 

So er tað stjórnin. Ein sunn stjórn tekur sín leiklut fyri fult. Hon skipar fyri, virkar og megnar at halda skil á øllum samfelagsins viðurskiftum. Ein góð stjórn bæði veit og kennir munin ímillum rætt og skeivt, ónt og gott. Hetta merkir, at hin góða stjórnin slóðar fyri góðum og praktiskum morali í samfelagnum. Tey 10 boðini eru eitt gott stað at byrja, tá talan er um val av moralskum standardi. Og verk tess er eisini skrivað í hjørtunum hjá øllum menniskjum, lærir Bíblian. Hetta er í høvuðsheitum endamál Guds við funktiónini hjá eini stjórn.

 

Men skitin og sjálvsøkin politikkur fer altíð av leið. Hann dyrkar og rænir til sín óuppiborið vald, peningagirnd, óreiðiligt vinnulív, skilaleysan búskap, óhóskandi yvirtøkur, ódámligar býtishandlar, falskan eyðmjúkleika, vandamiklar ideologiir, deyða religión, ógudiligt lógarsmíð, rangvørg rættindir og uppreistur ímóti orði Guds.

 

Um ein fólkavald stjórn verður samd við korrupt politiskar framferðarhættir og á tann hátt villeidd til, at halda, at slík skitin amboð fara at gagna samfelagnum, tá hevur stjórnin mist takið á endamálinum hjá sær sjálvum. Tí hon er blivin moralskt korrupt innanífrá. Og tískil doyr hin fornaldarligi stjórnartankin í teim moralskt spiltu londunum í føðingini. Tankin, sum til allar tíðir er galdandi, ið snýr seg um leiklutin hjá eini gudsóttandi stjórn við ordiligari stýring. So einfaldar eru tær lívsavgerandi treytirnar hjá stjórnini í veruleikanum. Men støðan er versnað, tí tað ber næstan ikki til longur, at verða fólkavaldur – uttan at ein byrjar sína politisku karrieru korrupt. Tíverri.

 

Hvussu kunnu tey tá standa á odda, leiða og røkta tjóðina? Tað er jú ómøguligt. Tí tey kenna ikki munin ímillum ónt og gott. Hesi, sum sjálvi liva í einum syndarligum standi, hava ikki tikið ábyrgdina, sum myndugleiki í álvara. At verða tann myndugleikin, ið revsar tey, ið ilt gera og verja øll hini, ið gera gott.

 

Men stjórn teirra gudsóttandi hvørki kann og hevur heldur ikki áhuga í, at liva í ráðaloysi. Nei, ein stjórn við hjartanum uppá pláss gjøgnumførir síni hjartans ráð og ríku mál, ið seta dám á góðsku og bera góða frukt í øllum samfelagnum.

 

Tað er ikki eitt ultimativt krav, at ein kristin persónur ella gudfrøðingur verður valdur inn í Løgtingið ella Landsstýrið. Tí tú velur ein persón, sum kennir mun á teim stóru linjunum her í lívinum. Ein persónur, sum veit bæði veit og torir, at siga hvat ið er rætt og skeivt. Tað er slíkir persónar, sum funktiónirnar í eini rættsiktaðari stjórn hava tørv á. Men eg vildi ynskt, at fleiri gudrøkin fólk við teim røttu fakligu førleikunum sótu í okkara stjórn. Tað hevði verið tað besta fyri alt fólki. Hinvegin, um fólk velja persónar við manglandi morali og enntá spiltum lívssjónarmiðum inn í stjórn okkara, tá kunnu vit av røttum endurgeva kenda konsekvens-sitatið, ið sigur: “Som man reder, så ligger man.”    

 

Seinnu árini hevur stjórn okkara javnan havt hug til, at vraka orð Guds og fyriskipanir Hansara og enntá lóggeva ímóti tí einastandandi bíbilska sannleikum. Skeiva gongdin er farin somikið langt av leið, at sjálvt sokallaði gudleys fólk við eini gudgivnari fornuft, náttúruliga standa ímóti tí ónáttúrliga ørskapinum, ið er partur av fráfallinum frá orði Guds. Eg hoyri tingfólk úr næstan øllum flokkum lova pervers syndafull vallyftir, sum Gud hatar. Hetta er aftur eitt greitt tekin um vantandi vísdóm og ov lítla fatan í stjórn okkara, um hvat ið er rætt og hvat ið er skeivt. Fyri ordans skuld, skal eg nevna 3 evnir, ið kunnu fáa eitt heilt samfelag niður við høvdinum, um so er, at sunn hugsan, varðveitsla av hjartanum og gudsóttan ikki fylgja við embætinum.

 

Ein rættsiktað stjórn skilir, at t.d. frí fosturtøka er manndráp. Stjórnin sleppur ikki undan hesum, at ein av mannaættarinnar mongu myrku samtyktum er frí fosturtøka, ið ikki annað enn kann javnmetast við morð. Tí er tørvur á einum fleirtali av fólkavaldum og øðrum embætisfólkum í stjórn okkara, sum eru uppald við tí góða moralinum. Har stjórnin undirstrikar, at frí fosturtøka ikki kann metast sum eini kvinnurættindi. Her ræður um at koma burtur úr hesi ósømiligu støðu og at fáa støðið hækkað. Stjórnin má taka enn eitt fet og staðfesta, at frí fosturtøka er í andsøgn til rættin at liva.

 

Eitt annað evni er hjúnabandslógin. Eg skal beinanvegin sláa fast, at ein stjórn í moralskum góðum standi, hevði ongantíð broytt virkisøki í hjúnabandslógini til eisini, at fevna um borgarliga giftu millum tveir persónar av sama kyni. Hendan sera óhugnaliga broytingin má roknast, sum yvirgangur ímóti orði Guds. Men núverandi stjórn hevur ein gyltan møguleika til, at lata fólkaræðið standa sína roynd og prógva sítt virði, í vón um, at vanlukkuligi feilurin í lógini verður rættaður uppaftur. Tað er sitandi samgonga, ið skal rætta alt tað niðurboygda uppaftur tað, sum í nøkur ár hevur kúgað sannleikar Guds. Núverandi samgonga hevur eina útistandandi ábyrgd, at gera eina ordiliga og varandi loysn í verandi diabolsku hjúnabandslóg. So kunnu hini londini spegla sær í tí komandi karakterbroytingini hjá okkara fólkavaldu politikarum.

 

Eitt triðja og sera oyðandi evni, ið mest sannlíkt verður ein tikkandi bumba í framtíðini, er grein 266 b í straffilógini. Eins og undanfarnu evnir, so er hendan greinin ein fullkomiliga óneyðug grein. Allir ordiligir politikarar við vanligum viti og skili fyri tí, sum rætt er og tí, sum skeivt er, áttu at tikið eina nýggja støðu í málinum og strikað burtur grein 266 b úr straffilógini. Tað hvørki varð, er og hevur ongantíð verið neyðugt, at tryggja okkara ættarslag, húðalit, tjóðskaparligan ella tjóðfrøðiligan uppruna, trúgv ella seksuella orientering. Hesin listin má bólkast undir “det glade vanvid.” Hvat verður tað næsta, sum ætlar sær, at koma uppá verandi lista? Menniskjan finnur uppá so mangt løgi, at sjálvt hugflogi megnar ikki, at seta avmarkingar fyri hvat, sum ikki skal standa í grein 266 b í framtíðini. Best er at strikað grein 266 b, tí hon er ein beinleiðis hóttan ímóti teimum, sum siga frá. Hon er eisini ein veikleiki fyri tey, sum tiga og ikki siga frá. Og hon trælabindur talufrælsi undir konstantum eftirliti. Nei, lat okkum nógv heldur varðveita grunlógartryggjaða talufrælsið og harvið styrkja demokratiska rættin hjá talifrælsinum. Um onkur ger seg inn á menniskju eftir, at greinin er strikað, so hevur myndugleikin aðrar møguleikar til taks – uttan at tað gongur útyvir talufrælsi, sum tað ger í verandi lóg. Eingin hevur brúk fyri 266 b. Heldur ikki LGBT, ið er tann síðsti felagsskapurin á dagførda listanum í lógini.

 

Hesar tríggjar broytingarnar t.e. (1) framtíðar ætlanir um frítt pinkubarnadráp, (2) verandi devilsku broytingarnar í hjúnabandslógini og (3) hin óneyðuga fløkjan í grein 266 b í straffilógini fara framhaldandi, at framleiða hópin av órímiligum, perversum, ónáttúrligum og illavorðnum lógarrættindum. Hví skulu vit skapa okkum fleiri trupulleikar at umsita - afturat teim avbjóðingum, sum hvør dagur í sær sjálvum inniber?

 

Verandi leið er somikið villleiðandi, at kyn verður definerað sum flótandi. Og tað steðgar ikki fyrr enn Bíblian er blivin ólóglig. Samleikin hjá trøllvaksnum fólkum verður møguliga skiftur út við hina fongslaðu smágentuna í tí gamla kroppinum. Og menn, sum prædika sannleikan enda í fongsli fyri eitt gott orð. Men tað er júst hesin fløkjustampurin, ið má setast á borðið hjá teim skilagóðu politikarunum, at fáa greiðu á. At teir rætta tingini uppaftur og soleiðis gera samfelagi rúmligari fyri tey allar flestu aftur. Og ikki binda samfelagi niður við órímiligum lógum. Forðið ikki pinkubørnunum at liva. At gudgivna og einastandandi hjúnabandið millum mann og konu verður tað einasta rætta. At allar hóttanir og veikleikar í talufrælsinum verða avtiknar, soleiðis at talufrælsi verður sett í hásæti aftur.   

 

Tá hetta er sagt, skal eg upplýsa, at atferð mín yvirfyri stjórnini í høvuðsheitum er, at akta, virða og verða myndugleikanum undirgivin í lýdni. Og at biðja fyri teimum og heiðra tey, sum høgt eru sett. Men ein og hvør myndugleiki, sum ger uppreistur ímóti tí livandi orðið Guds, má fáa sannleikan at vita. Tí havi eg skrivað hesa blaðgrein.

 

Við bestu ynskjum og inniligari bøn um signing Guds yvir land og fólk.   

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund