Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein heilsan til hetjurnar

SKRIVAÐ: Bjarni Hammer  |  21.10.2020 - 14:41 Politikkur Tíðindaskriv

Í vár tútaðu samgongulimir okum oyruni full av, hvussu heilt fantastiskir okkara sjúkrarøktarfrøðingar vóru. Hvussu hesi, við teirra lívi sum innsatsi, høvdu bjargað okkum undan koronusóttini.

Tey vóru hetjurnar, sum bjargaðu tjóðini, og hetta bragd skuldi so aldrin verða gloymt so leingi, sum Oyrnafjall stendur! Rósandi útsagnirnar regnaðu yvir sjúkrarøktarfrøðingar.

Men skjótt varð tað gloymt. Hesar hetjur okkara, undirbetaltu trælir okkara, sum halda vælferðina koyrandi, berjast nú fyri at fáa nøkur oyru omaná teirra frammanundan alt ov lítlu løn. Skammiligt.

Je havi fulla virðing fyri, at sjúkrarøktarfrøðingarnir nýta teirra verkfallsrætt, og her skal ikki nakað løgting leggja uppí. Je havi eina mammu, sum var sjúkrasystir heila sítt lív. Je veit, hvussu stórt og krevjandi kall hetta starvið er, og tann kostnað teirra familjur mugu bera fyri, at tey kunnu hjálpa øðrum familjum. Og je veit, at bæði Jørgen Niclasen og Jan Mortensen fara at verða hampuliga væl viðfarnir, um teir enda uppi á B8. Sjúkrarøktarfrøðingarnir, eins og Florence Nightingale, gloyma ikki sítt lyfti um at tæna øllum - eisini teirra mótstøðumonnum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað