Lýsing
Lýsing
Lýsing
Rakul Beinirsdóttir Gardar, valevni hjá Lista E til kommunuvalið. | Mynd: Egin mynd.

Rakul Beinirsdóttir Gardar stillar upp til býráðsvalið

SKRIVAÐ: Rakul Beinirsdóttir Gardar  |  24.10.2020 - 18:06 Kommunuval 2020 Politikkur

Tað er við umhugsni og ídni at eg bjóði meg fram til býráðsvalið í Klaksvíkar Kommunu. Eg stilli upp til býráðsvalið, tí eg ynski at gera mun og samstundis virka fyri, at Klaksvíkar Kommuna verður ein enn betri heimstaður fyri allar borgarar.

Míni høvuðsmál eru:

- Klaksvíkar Kommuna skal áhaldandi mennast og standa í fremstu røð. Vit hava tørv á fjølbroyttum arbeiđsmøguleikum, eitt fjølbroytt úrval av bústađarmøguleikum og spennandi mentanarlív

-Klaksvíkar Kommuna skal verða ein partur av miðstaðarøkinum í Føroyum. Skálafjarðatunnilin fer óiva at hava stórar samfelagsligar broytingar við sær, og fara hesar broytingar eisini at ávirka okkara kommunu. Vit mugu vera til reiđar! -Betri kor fyri tey, ið bera brek. Atkomuligheit skal hugsast inn í allar verkætlanir, sum kommunan fer í gongd viđ. Atkomuligheit skal vera ein sjálvfylgja.

-Tryggja børnum og ungum í Klaksvíkar Kommunu góð barna- og ungdómsár. Børn og ung skulu hoyrast og hava møguleika at seta sín dám á kommununa.

-Sálarlig heilsa. Eitt evni sum fyllir nógv í dagsins samfelag, men sum eigur at fáa meiri uppmerksemi m.a. á arbeiðsplássum.

Eitt sindur um meg: Eg eri 30 ára gomul, eri gift við Linda Gardar og eiga vit synirnar, Beinir og Levi Holgar, sum eru 6 og 2 ára gamlir. Fyrstu barnaárini búði eg í Keypmannahavn, meðan foreldur míni nomu sær útbúgving. Seinni fluttu vit til Klaksvíkar, og her havi eg búð meginpartin av mínum ungdóms- og vaksnamannalívi. Eg havi eina master útbúgving í løgfrøði og starvist sum HR ráðgevi í byggivinnuni. Av lyndi eri eg nærløgd og framsøkin. Eg eri hugtikin av tí sosiala samanspælinum millum fólk, og at arbeiða saman við menniskjum gevur mær orku í gerandisdegnum. Eg brenni fyri, at øll skulu hava góð livikor - uttan mun til hvørji viðurskifti gera seg galdandi í lívinum hjá tí einstaka - bæði likamliga og sálarliga.

 

Komandi vikurnar fari eg at greiđa nærri frá mínum arbeiđssetningum.

Rakul Beinirsdóttir Gardar, valevni á Lista E

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samstarv styrkir tænastustøðið
Neistin dróg longra stráið
Frændi við nýggjum friðarsangi
Soleiðis verður á KG
Størri lodnukvota í Íslandi
Veðurlags­lóg bygd á vitan - ikki á smart…
Klaksvík­ingur settur sum venjari hjá Eið…
Kyndilsmessudansur í Haraldssundi
Veðrið í Skopun
Stjørnan og Neistin í kvøld
Egga á Viðareiði vitjar Norðlýsið
Býráðsfundur í dag
Starvsløn og íverksetanarstuðul 2026
Norðsøki 10.000 pund
Ormurin Langi er mannaður
Niclas og Jákup samdir: KÍ vinnur FM
Jóannes Bjartalíð nærkast nýggjum felag
Torradagar aftur á skrá
Kjølur Open
Tummas Lervig fer inní 20. árið sum form…