Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj Skjótibreyt í Leirvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.10.2020 - 10:00 Myndarøð Tíðindi

Hóast keðiligt veður, so møtti heilt fitt av fólki upp úti á Vík í Leirvík í dag tá nýggja skjótibreytin hjá Eysturskot lat upp fyri almenninginum.

Borgarstjórin Jóhan Christiansen skjeyt eftir fyrstu leirdúgvunum sum hann eisini rakti so meistarliga.
Øll royndu seg og hugnaðu sær óført við skjótingini í dag.

Ætlanin er at fáa gongd á skjótingina sum skjótast, men tað er okkurt smávegis sum skal gerast á breytuni áðrenn.
Annars sær tað gott og lovandi út hjá felagnum og sjálvandi eru øll vælkomin at royna seg. Felagið hevur nakrar royndar skjúttar sum eru klárir at hjálpa øllum á veg, millum aðrar kann nevnast Alex Johannesen sum setti oyggjaleikamet í leirdúgvuskjótingina á Gibraltar seinastu oyggjaleikir.

Ein av fyrstu døgunum vera fastar venjingartíðir ásettar.

Arbeiðspláss og skúlar og ikki minst polterabent og annars hvat tað skal vera, hava sjálvandi møguleika at leiga breytuna, og hugna sær við leirdúgvuskjóting.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…