Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vøllurin á Djúpumýru góðkennast til alt – sjálvandi

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  26.10.2020 - 22:08 Kommunuval 2020 Politikkur

Tað var stórur spenningur um dystin, ið KÍ skuldi leika ímóti slovakiska stórfelagnum Slovan Bratislava fyrr í ár. Fyri fyrstu ferð nakrantíð skuldi Champions League-fótbóltur spælast í Klaksvík. Stórt var vónbrotið, tá tað vísti seg, at sum ikki eina ferð spilti Corona spælið. Vit fegnaðust sjálvsagt um at koma víðari, men vit fingu ongantíð ta fótbóltsupplivingina, vit høvdu sæð fram til.

Útslignir úr Champions League fór KÍ víðari til Europa League og gjørdist stoltleikin í føroyskum fótbólti, tá teir vunnu ikki minni enn 6-1 á Dynamo Tbilisi. Corona gjørdi enn eina ferð, at áskoðarar ikki sluppu til dystin, men tað vóru aðrar umstøður, ið gjørdu, at dysturin mátti spælast á Tórsvølli í Tórshavn. Hetta tí at heimavøllurin í Klaksvík ikki var góðkendur til 3. kvalifikatiónsumfar í Europa League.

So hóast alt baksið við at fáa vøllin góðkendan hevur borið frukt, hava áskoðararnir enn ikki upplivað ágóðan av tí. Tað mugu vit gera nakað við.

Í tøttum samstarvi við Klaksvíkar Ítróttarfelag ætli eg, at parturin hjá Klaksvíkar Býráði skal ikki liggja eftir, tá tað kemur til at lyfta stadionøkið í Klaksvík upp á støðið, har allir altjóða dystir skulu kunna leikast í Klaksvík. KÍ hevur víst, at teir hava tað sum skal til fyri at fáa tey heilt stóru mótstøðufeløgini, og tað var um reppið, at KÍ møtti Arsenal í bólkaspælinum. Hetta hevur kravt tógvið stríð hjá felagnum, og Klaksvíkar Kommuna má matcha tað við at gera ein stóran innsats fyri at lyfta karmarnar fyri stórdystum við Djúpumýru.

Nógv er longu gjørt, men enn er ikki komið á mál. Og ongin skal heldur forsmáa vælvildina, sum KÍ hevur fingið á Svangaskarði, Ovara Vølli ella á Tórsvølli. Men KÍ, sum kanska er størsta felagið í Føroyum, eigur at vera sjálvbjargið í øllum lutum.

 Verði eg valdur á býráðsvalinum tann 10. november, fari eg at arbeiða miðvíst fyri, at KÍ altíð kann hava sín heimavøll í Klaksvík.

 

Við Klaksvíkskvøðu

Frímund Hansen
Um Eiði 8
Svínoy

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð