Lýsing
Lýsing
Lýsing

Matarskipan í fólkaskúlan

SKRIVAÐ: Gunnvá T. Joensen  |  27.10.2020 - 10:00 Kommunuval 2020 Politikkur

At vit hava fingið ein nýggjan snotiligan fólkaskúla, har ein stórur partur er liðugur, og har hædd eisini er tikin fyri tí estetiska, er at frøast um. Vit gleða okkum til 2. og 3. byggistig og til verkætlanin er endaliga liðug.

Eitt sum eg  tó haldi er ein missur í hesi trivaligu verkætlan, er at peningalig orka ikki er sett av til eina matarskipan, so at næmingar og lærarar kunnu fáa heilsugóðan mat í skúlatíðini fyri ein rímuligan penga.

Kostur er ein stórur og týdningarmikil partur av menningini hjá børnunum, og ikki minst trivnaðinum. Matur og drekka er ikki einans av alstórum týdningi fyri kropsligu heilsuna, men sanniliga eisini fyri sinnið og sálarheilsuna.

Við at havt eina matarskipan í skúlanum, tryggjaðu vit okkum at øll skúlabørnini fingu heilsugóðan mat at eta, sum mennir og styrkir tey. Hetta hevur eisini alstóra ávirkan á hugsavningina og arbeiðsorkuna hjá børnunum gjøgnum dagin, at tey fáa rættan mat sum liggur á.

Tað er eisini týdningarmikið fyri okkum øll at kunna fáa ein steðg í leypi av skúla- og arbeiðsdegnum, og at kunna bróta dagin í skúlastovuni av við at flyta seg í annað stað at eta góðan mat og njóta sosialu samveruna, sum tað at eta saman gevur.

Í skúlanum er ein snotilig aula, ið kann tæna nógvum endamálum, og sum eg skilji har eldru børnini skulu kunna eta matpakkan tá koronufarsótti loyvir tí. Tó mugu yngru børnini sita í skúlastovuni og eta matpakkan á sama plássi sum tey brúka meginpartin av skúladegnum. Ein loysn mátti verði at funnið, so at tey yngru eisini sleppa at eta í hóskandi felagshølum, og soleiðis fingið enn størri gleði av eini matarskipan.

Matarskipan í fólkaskúlan vil eg arbeiða fyri, geva tit mær tykkara álit og atkvøðu til býráðsvalið 10. novembur.

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Valevni fyri Javnaðarflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni