Lýsing
Lýsing
Lýsing

At hoyra til

SKRIVAÐ: Signhild V. Johannesen  |  27.10.2020 - 17:42 Kommunuval 2020 Politikkur

Vit flyta okkum øll. Summi meira enn onnur og summi longri enn onnur.  Fyri summi er hetta ein avgerð, sum førir til nakað betri, ella ein avgerð, í vón um nakað betri.

At flyta seg til nakað ókent kann fáa okkum at føla ótryggleika. Vit ivast, og grundvøllurin kann skakast.

Tí er tað okkara skylda sum menniskju at taka væl ímóti, rúma og fevna onnur. Størri ymiskleikin er, og longri fjarstøðan er, størri er týdningurin av at kenna seg vælkomnan.

Klaksvíkar kommuna hevur arbeitt nakað við tilflytarum og vit ynskja, at fleiri flyta til okkara kommunu. Tess fleiri vit eru, fleiri vit lyfta í felag, tess meira kunnu vit bjóða okkara borgarum, og samfelagið gerst litríkari og meir spennandi.

 

Integratiónsnevnd

Klaksvíkar kommuna setti eina integratiónsnevnd í 2015. Hetta tí, at vit mettu, at tilflytarar høvdu tørv á at fáa ein pall, har teir vórðu hoyrdir, og har teir høvdu møguleika at gera vart við seg. Eitt stað, har tey, sum eru nýggj og fremmand í okkara kommunu, kunnu møtast, deila avbjóðingar og vitan um tað at koma til eitt nýtt stað.

 

Børnini

At fáa børnini upp í felagsskapin hevur stóran týdning, tað er her, at vinarbondini verða knýtt, og grundvallir verða lagdir. At børn og ung fáa loyvi til at vísa teirra samleika í barnagørðum og í frítíðarítrivum. Her eiga starvsfólk og venjarar, sum kommunan varðar av, at fáa møguleika at innarbeiða hetta í gerandisdagin og venjingarnar.

 

Málið

Málið hevur stóran týdning. Málið er samskiftið við hvønn annan, og tað er á henda hátt, at vit fáa innlit í samfelagið og tey menniskju, vit umgangast. Klaksvíkar kvøldskúli hevur eisini hetta tilboð til tey, ið ynskja tað. Hetta eigur eisini at verða tillagað tørvin, so hvørt tað er neyðugt. Mentamálaráðið arbeiðir alsamt við at lyfta støðið, og arbeitt verður við lesiætlan, undivísingartilfari og próvtøkum. Sum kommuna kunnu vit bara fegnast um innsatsin, sum Mentamálaráðið ger, og vilja vit meira enn fegin vera ein viðspælari í hesum.

Nøkur afturvendandi tiltøk hava verið seinastu árini t.d. International day og altjóða ruddingardagur. Hetta hevur fingið góða undirtøku, og eiga vit tí at byggja víðari uppá slík tiltøk, ið fólk eru glað fyri. Vit eiga áhaldandi at menna hetta økið.

At kenna til, og fáa innlit í lívið hjá hvørjum øðrum, ger, at vit fáa eitt gott samfelag, at vit skilja hvønn annan, og at pláss er fyri øllum.

Vælkomin til Klaksvíkar.

 

Signhild V. Johannesen, valevni á lista C

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni