Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgtingið fingið nýggja heimasíðu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  28.10.2020 - 10:09 Tíðindaskriv

Løgtingið hevur í dag fingið nýggja heimasíðu, sum Elektron hevur ment í samstarvi við Løgtingið.

Frambrotið við nýggju síðuni er, at almenningurin nú kann síggja øll orðaskiftini frá og við ólavsøku í ár sum videobrot á síðuni, eins og at røðaralistin sæst undir orðaskiftinum. Eisini hevur dentur verið lagdur á, at tað skal gerast lættari at leita í verandi og farnum tingmálum og nevndarmálum á hesari síðuni í mun til á teirri gomlu.

Næsta stig á heimasíðuni verður at finna eina loysn á gomlu orðaskiftunum, sum lutvíst ikki eru tøk ella ikki hava eina nøktandi góðsku.

Í oktober 2018 tók Løgtingið stig til at fara undir at gera eina nýggja kt-skipan til Løgtingið, sum fevnir um eina nýggja heimasíðu, eina umsitingarskipan til handfaring av øllum málum, sum koma til viðgerðar í tinginum umframt ein tingmannaglugga, sum verður arbeiðsamboðið hjá einstaka tingmanninum at røkja sítt starv í Løgtinginum. Hesar skipanir eru eisini knýttar at teirri skipanini, sum stýrir arbeiðinum í tingsalinum. Talan er tí um eina stóra og samansetta skipan, sum er gjørd til at nøkta tørvin hjá Løgtinginum.

Løgtingsumsitingin hevur nýtt nýggju umsitingarskipanina síðani á ólavsøku í ár. Tingmannagluggin verður tikin í nýtslu í næstum, og við honum fáa tingmenn eitt nýtt amboð, sum verður sera hent í teirra arbeiði.

Løgtingið fegnast um nýggju amboðini og um samstarvið við Elektron um hesa menningina.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Veðrið í vikuni
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Lýsing