Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ vann stigini í Sarpugerði

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  28.10.2020 - 21:47 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var leingi spennandi, men at enda vann KÍ 3-1 í Sarpugerði.

KÍ byrjaði dystin betri og kom á odda 1-0 við máli frá Jonn Johannessen, men stutt seinni javnaði Sølvi Vatnhamar við brotssparki. Liðini áttu bæði sínar góðu løtur í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki høvdu liðini trupult við at fáa spælið at hanga saman. KÍ var greiður favorittur til dystin, men tað var ikki stórur munur á liðunum. KÍ fekk tó avgjørt dystin, tá innskifti Ísak Simonsen skoraði við høgra beininum, áðrenn KÍ í yvirtíðini økti til úrslitið 3-1. Sostatt helt góða gongdin hjá KÍ móti Víkingi fram.

 

Spennandi kapping um 2. pláss

Nú er HB so nær FM, at við sigri sunnudagin móti TB, so er HB FM-vinnari 2020. Men kappingin um 2. plássið er sera spennandi. KÍ og B36 vunnu í kvøld, meðan NSÍ heldur óvæntað fekk stig móti HB á útivølli. Eisini kann tað hava týdning at enda nummar trý heldur enn nummar fýra, tá vit hugsa um Evropa luttøku í 2021. KÍ spælir sunnudagin á útivølli móti NSÍ, mikukvøldið móti AB og leygardagin 7. november móti HB.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC