Lýsing
Lýsing
Lýsing

Raðfesta børnini – Hægri barnafrádrátt

SKRIVAÐ: Terja Ósá Sivertsen  |  29.10.2020 - 14:15 Kommunuval 2020 Politikkur

Hóast Klaksvíkar kommuna kann teljast millum tær ríkaru kommunurnar í landinum, so sæst hetta ikki aftur í barnafrádráttinum. Miðal barnafrádrátturin í Føroyum er 7.071 kr. pr. barn, meðan hann í Klaksvík einans er 5.500 krónur. Munurin er heilar 1.571 krónur.

 

Hetta má broytast skjótast gjørligt.

Tað er onki, sum týðir uppá, at tað er bíligari at búgva í Klaksvík enn í øðrum kommunum, og tí undrar tað meg, at barnafrádrátturin er so lágur her hjá okkum.

Børnini krevja nógv fíggjarliga, og nógvar familjur eru fíggjarliga sperdar. Við at hækka barnafrádráttin ynski eg at vera við til at lætta um hjá familjuni. 

Tað kemur okkum øllum til góðar, um barnafamiljan hevur fleiri pengar um hendi, tí hesin peningur kemur í umferð, og á tann hátt kemur peningurin lutvíst inn aftur í lands- og kommunukassan.

Størsti týdningurin, ið ikki kann gerast upp í peningi, er, at vit raðfesta góð livikor til børn okkara.

Hjartamálið er at hækka barnafrádráttin, so tað munar. Fái eg møguleikan, vil eg virka fyri, at barnafrádrátturin verður hækkaður við 1000 krónum fyrsta árið, og at hann síðan hækkar so líðandi í valskeiðnum.

 

Terja Ósá Sivertsen

Valevni fyri javnaðarflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið