Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skúlin á Skúlatrøð

SKRIVAÐ: Jákup F. N. Mikkelsen  |  29.10.2020 - 15:30 Kommunuval 2020 Politikkur

Skúlarnir í Klaksvík vorðu lagdir saman fyri nøkrum árum síðan. Samanleggingin hevur eydnast væl og vit hava ein góðan skúla í dag, hóast tilgongdin hevur verið strævin. Vit eru flutt inn í nýggja skúlan á Skúlatrøð og eru takksom fyri at hava fingið 1. part av einum nýggjum skúla. Inni í skúlanum, skapa vit okkara egnu mentan. Lærarar og næmingar hava tikið lut í strembanini eftir at fáa góðan og innihaldsríkan skúla, men enn er hann langt frá liðugur. Tað eru nøkur viðurskiftir, ið ikki eru nøktandi.

Skúlagarðurin, uttanfyri gamla skúlan á Ziskatrøð, sær ræðuligur út. Skúlagarðurin var ein partur av 1. byggstigi, so tað er als ikki nøktandi at hann stendur sum eitt skepilsi. Skúlin er handaður og tikin í nýtslu, men sannleikin er, at hann er langt frá liðugur. Næmingarnir eru í fríkorter í einum skúlagarði, sum er í verri standi, enn hann var í áðrenn byggingina og tað er ein skomm fyri skúlan.

Arbeiðsumstøðurnar hjá lærarunum hava ikki verið tær bestu í nøkur ár, og tað má broytast. Kommunan hevur saman við skúlaleiðsluni gjørt nógv fyri trivnaðin hjá lærarunum, men um vit skulu fáa næmingar at trívast, er ein fyritreyt, at lærarar trívast. Fyri at røkka hesum máli, skulu vit í gongd við 2. og 3. byggistig skjótast til ber. At hava ein nútíðarhóskandi skúla, hevur týdning fyri, um fólk velja at flyta til Klaksvíkar. Tað er uppgávan hjá lærarunum at skapa innihaldið í skúlanum, men tað er uppgávan hjá kommununi at skapa karmarnir.

Um eg verði valdur inn í býráðið 10. November, fari eg at arbeiða fyri at seta gongd á 2. og 3. byggstig, skjótast til ber.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið aðalfund
Mjølnir má vinna í kvøld!
... og skip leggja tung at landi, eg fag…
Eg sigi - NEI TIL MOSKUR og ja til einar…
Illgruni um, at Hamas var uppi í alopi í…
125 % meira elnýtsla síðan ár 2000 – grø…
Sjúrður gjørdi tað ógjørliga
Ikki kvøldið hjá forfólkunum
Takk fyri stuðulin tit vístu mær
Heimstjørnan Flo Rida til Føroyar – 6. j…
Sjálvstýri – Our Vision for the Faroe Is…
Hví oyðsla, tá árið er at halla?
Orðblind skulu eisini hava høga raðfesti…
Óli Steinberg talar í Betesda í kvøld.
Kærleikans Vallaraheim er nú tøk á stroy…
Megnar SÍ at steðga sjey ára longu sigur…
Eldrahugni í Betesda
Tey heimleysu
Fólka­flokku­rin vil hava gongd aftur á ol…
Hvar er veruliga tjóðarsemjan?