Lýsing
Lýsing
Lýsing

KOKS effektin og so Býráðsvalið

SKRIVAÐ: Johan Mortensen  |  02.11.2020 - 09:26 Lesarabrøv Tíðindi

Heimskenda NOMA matstovan slóðaði fyri nýggjum tíðum í donsku matstovuvinnuni. Í Danmark fekk tú, nøkur ár eftir at NOMA kom uppá tindarnar, eina sonevnda “Noma effekt” tvs., at tú fekk ein hóp av matstovum í Danmark við nógv hægri støði og ambitiónum enn áður. Keypmannahavn hevur ídag uttan iva hægsta tal av metgóðum matstøðum í Norðanlondum.

Vit hava okkara egnu heimskendu matstovu, nevniliga KOKS, eitt av okkara Tjóðarikonum ! Eg haldi at vit nú byrja at síggja eina “KOKS effekt” í Tórshavn við matstovum á hægri støði. Í farnu viku lótu matstovurnar á BRANDAN og HILTON upp. Báðar á høgum støði og stórum ambitiónum, og sum fara at verða sera nógv vitjaðar, báðar ein fongur fyri Tórshavn og okkara ferðamannavinnu.

Tá Eysturoyartunnillin letur upp í næstum og tá ferðamannavinnan tekur seg upp aftur, verður sera nógv at gera hjá allari matstovuvinnuni í Tórshavn og tað verður mangul uppá kokkar og tænarar.

Tað eru umleið 800 arbeiðspláss í matstovuvinnuni í Havn. Tað undrar meg onki valevni til Býráðsvalið hevur enn nevnt hesa vinnu. Tað átti at verði upplagt at td., GLASIR hevði eina gastronomiska linju og við einum tænaraskúla. Eisini hevur vinnan nógvar trupulleikar at dragast við, slíkir sum eitt nytt progressivt Býráð kann bøta um er viljin til tess.

Matstovuvinnan verður ein av høvuðs vinnunum í Tórshavn komandi árini og eigur hon at fáa alla hjálp og sømdir frá nýggja Býráði okkara !

Johan Mortensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur frítíðar­skúli á Eiði
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…
Varpið fær 1.000.000 krónur
Fiskeribladet: - Bíðað verður eftir at r…
Búskapur í øllum 2: Føroyar sum lítil op…
Besta árið hjá Volunteer
Ídni verður goymsla
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár