Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tey, ið ikki megna!

SKRIVAÐ: Signhild V. Johannesen  |  08.11.2020 - 16:56 Kommunuval 2020 Politikkur

Tað eru í øllum samfelagsløgum, at menniskju stríðast við at fóta sær. Fyri tey, sum klára og megna lívið, kann tað virka óskiljandi, at so er.

Vit síggja vónloysi og frustratiónir heilt frá børnum til eldri fólk.

Menniskju, sum ikki klára ein gerandisdag, ikki hava tak yvir høvdið og kanska stríðast við rúsevni. Aftan fyri øll hesi fólkini er eitt menniskja, sum antin er ella hevur verið barnið hjá onkrum.

Okkara tilfeingi, okkara framtíð, børnini, eiga øll rætt til góð barnaár. Sum samfelag skulu vit lofta og stuðla teimum, sum tørva. Tey fyrstu árini, barnaárini, eru umráðandi at fáa lagt grundvøllin. Her skal laðast, og her skal taðast, bæði frá foreldrum, familju, vinum og ikki minst samfelagnum. Sum myndugleiki mugu vit ikki lata eyguni aftur; heldur eiga vit at viðurkenna og møta teimum, har tey eru. Stuðla uppundir skipanir og lata góðu og røsku starvsfólkunum, sum eru um tey ungu og børnini, stuðul og viðurkenning.

Tað er nógv gott fyri børnini og ungdómin í Klaksvíkar kommunu. Men vit eru ongantíð komin á mál. Vit mugu tillaga alt eftir samfelagstørvinum. Um vit síggja og viðurkenna tann partin av samfelagnum, sum ikki megnar, eru vit komin eitt týðandi fet rætta vegin.

Tíbetur eru tað tey allarflestu, sum megna lívið og tær avbjóðingar, sum koma av og á. Vit hava alla orsøk at hjálpa og ugga, har vit kunnu; har fortreytirnar ikki hava verið tær bestu. Tað er ein win win støða at hjálpa, øll gerast vinnarar og samfelagið gerst betri.

Í Klaksvíkar kommunu vil eg raðfesta tilfeingið, ríkidømið, børnini høgt.

 

Signhild V. Johannesen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)