Ferðslu- og parkeringsviðurskiftir í Klaksvík
Tvey evnir, sum fáa nógva umtalu men sjáldan verða loyst, eru parkerings- og ferðsluviðurskiftini í býnum. Tá ið vit tosa um parkeringsvirðurskiftini í býinum, tá hugsi eg serliga um trý ítøkilig økir. Tað fyrsta liggur longst úti á vestaru síðu, frá Stoksoyravegi og heim til Berglon. Á hesum øki standa alt ov nógvir bilar úti á vegnum. Tvey parkeringspláss eru í hasum økinum, men tað er ov lítið. Ein loysn kundi verið, at kommunan keypti tað stóra stykkið (stykkið er 1538 m í vídd), sum liggur beint omanfyri Norðborg, og gjørdi ein stóran parkeringskjallara her við tveimum hæddum. Tann ovari parturin kundi verið í veghædd, soleiðis at borgararnir, sum búgva á Stoksoyravegi, ikki missa vakra útsýnið yvir vágna. Ein onnur loysn kundi verið at bygt parkeringsplássið, sum er longst úti á Stoksoyravegi, til at fevna um tvær hæddir, soleiðis at mann antin bygdi ein parkeringskjallara, ella at mann bygdi eina hædd uppá.
Um vit flyta okkum longur heim eftir Víkarvegi, økið har ið Víkarvegur endar og Selheygsgøta byrjar. Hetta er eitt vandamikið øki, sum ein eigur at vera ógvuliga varin við, tá ið mann koyrir her. Ein felagsnevnari fyri bilførarnar, sum koma koyrandi eftir Víkarvegi, Selheygsgøtu og oman ígjøgnum Brekkuskákið, er, at allir hava ringt sýni, og er tað eitt undur, at ferðsluvanlukkurnar ikki eru títtari, enn hvat ið tær eru her. Leggjast kann afturat tí ringa sýninum, at bilar standa altíð úti á vegnum, og hetta ger tað bara verri fyri ferðsluna í hesum økinum. Tað eru nógv hús í hesum økinum, so tað verður avbjóðandi, men ikki ógjørligt, at gera eitt parkeringspláss. Tó kundi ein onnur loysn verið at gjørt einvegis ferðslu eftir hesum vegi.
Kanska tann besti leygardagurin í árinum, har ið øll eru javnt stillað, er á Sjómannadegnum. Alt plagar at vera ókeypis, og er tað ein stór tøkk til tær størru fyritøkurnar/virkini í býnum, sum gera hetta møguligt. Men av tí at so nógv fólk í landinum leita sær norður til Klaksvíkar henda deiliga dagin, so hevur tað eisini sínar fylgjur. Júst henda dagin plagar tað at vera so nógv ferðsla ígjøgnum býin, og kommunan ger rætt við at skipa fyri einvegis inn- og útkoyringum. Her sipi eg til Nýggjaveg og Bøgøtu. Tá mann kemur koyrandi niðan eftir Uppsalagøtu, og vegurin skiftir til Nýggjaveg, so er eitt vandamikið sving har, sum er ógvuliga óheppið fyri bilførarnar, serliga av tí at bilar standa altíð parkeraðir her, og tað er vánaligt sýni. Hvat viðvíkur bilunum, sum plaga at standa her, so er pláss til at gera parkeringsøki í grannalagnum. Her skjóti eg upp, at vit gera einvegis ferðslu varandi, soleiðis at man koyrir bert inn í býin eftir Nýggjavegi, og koyrir út úr býnum eftir Bøgøtu. Einvegis ferðsla í hesum økinum fer eisini at gera tað lættari hjá teimum mongu bilunum, sum kroysta seg fram við fótbóltsvøllinum.
X við Súna Anthoniussen – Valevni fyri Javnaðarflokkin. Vit ynskja eina Rúmliga kommunu.