Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kristin Michelsen er sterki maðurin á Tvøroyri

Listi C flytur háborg til Tórshavnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.11.2020 - 15:39 Leiðarin Politikkur

Ein skemtisøga sigur, at ein maður kom inn á Pubbina á Tvøroyri dagin eftir kommunuvalið og sigur, “Nú eru tey faron at kalla hann Kristus Michelsen! Tí hann er risin upp frá deyðum!”. Tá letur í einum øðrum í barrini: “Nei, tú, hann er nógv størri enn so, tí Kristus reis bara uppaftur eina ferð!”

Men søgan um Kristin Michelsen er eisini ein álvarssøga um hvussu Javnaðarflokkurin misti sína nærum aldargamlu háborg á Tvøroyri, har bæði flokkurin sjálvur, sum spratt úr fyrstu fakfeløgunum, Enigheden frá 1915 (seinni Fylking) og Fiskepigernes Fagforening frá 1922, ið eisini bæði vórðu stovnað á Tvøroyri. Nú 100 ár seinni er háborgin rapað.

Kommunuvalið staðfesti og undirstrikaði ein tendens, ið vit hava sæð til løgtingsval og fólkatingsval eisini: Tað er ikki longur Tvøroyri, ið er háborgin hjá Lista C. Nú er tað Havnin, sum er høvuðsmiðið hjá Javnaðarflokkinum, og har er hann í beinleiðis kapping við tveir aðrar flokkar, ið eisini heysta flestar av sínum atkvøðum har, nevniliga Tjóðveldi og Framsókn.

Hann hevur verið stinnur, Javnaðarflokkurin. Bæði á Tvøroyri og nú eisini í Eysturkommunu er kommunan farin meira ella minni burtur frá flokspolitiskari uppstilling, men har hevur Javnaðarflokkurin sum tann einasti troðsað og stillað upp við einu partapolitiskum lista. Men í báðum støðum gekk ikki betur enn næstbest, í Eysturkommunu tó enn verri, har tey bert fingu síðstvalda mandatið.

Á Tvøroyri er undirtøkan fyri Javnaðarflokkinum framvegis til staðar, og framvegis omanfyri ein triðing, men tíðin, har Javnaðarflokkurin var einaráðandi, er farin. Uttan at taka dagar ímillum, um tað landspolitiskt var skilagott at ekskludera Kristin Michelsen, so er greitt, at tað kommunalpolitiskt ikki var taktiskt skilagott. Kristin er sterki maðurin á Tvøroyri, og er altíð góður fyri umleið 300 atkvøður. Hansara listi, sum hesaferð æt Listi T, fekk 617 atkvøður og harvið 51,6% av atkvøðunum, og tað gevur honum 4 av 7 býráðslimum.

Tað var ein í kommunalpolitiskum høpi líka minni væleydnað eksklusión, nevniliga tann har Sambandsflokkurin ekskluderaði Heðin Mortensen í 2004, ið asfalteraði gøtuna til nýggju javnaðarháborgina í Tórshavn. Í Tórshavnar Kommunu hevur Javnaðarflokkurin nú tann leiklut, hann áður hevði á Tvøroyri. Liggur um snarið til at hava reinan meiriluta, ið eydnaðist í 2012, og sum bert ein limur írestaði í til at fáa í ár.

Í Tórshavn er Javnaðarflokkurin tó ikki einaráðandi, sum hann einaferð var á Tvøroyri. Har eru tveir aðrir listar, sum eisini hava háborg, Tjóðveldi og Framsókn, og teir sótu allir tríggir í landspolitiskari samgongu í 2015-2019. Men teir tríggir eru á ongan hátt javnir, og als ikki í kommunupolitikki. Javnaðarflokkurin er í mandatum 2 ferðir so stórur sum Tjóðveldi og 6 ferðir so stórur sum Framsókn, tá tað kemur til valdar býráðslimir.

At tað er blivið soleiðis, skyldast fyrst og fremst tveimum fenoménum ella fyribrigdum: Fenoméninum Heðin Mortensen og fenoméninum Kristin Michelsen, ið báðir hava parallellar søgur við flokstilhoyri, eksklusión, undirtøku og tí at kunna reisa seg aftur sum fuglurin Fønix. Teir hava verið alt-avgerandi fyri flytingina av háborg hjá Javnaðarflokkinum av Tvøroyri og norður til Havnar, og spurningurin er, hvussu verður við hesi háborg, tá hesir so karismatisku politikararnir einaferð ikki vera longur. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni