Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar eitt av fremstu ferðamálum í 2021, sambært Lonely Planet

SKRIVAÐ: Visit Faroe Islands  |  17.11.2020 - 08:46 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv Vinna

Kendi ferðamiðilin Lonely Planet hevur valt Føroyar sum eitt av fremstu ferðamálum í 2021. Í síni grundgeving sigur dómsnevndin, at Føroyar bjóða autentiskar og ógloymandi upplivingar, ið geva nakað aftur til samfelagið.

Best in Travel heiðurslønin er latin á hvørjum ári og dómsnevndin telur fremstu serfrøðingar hjá Lonely Planet innan ferðavinnu. Heiðurslønin inniheldur tríggjar bólkar, og Føroyar hava fingið pláss í ‘Community Connection’ bólkinum.

Í grundgevingini sigur dómsnevndin, at tey eru hugtikin av, hvussu Føroyar áhaldandi velja at halda seg frá hópferðavinnu, og ístaðin raðfesta eina meira autentiska og persónliga ferðavinnu, har ferðafólk fáa høvi at koma tættari uppá føroyingar og føroysku mentanina. Tey vísa millum annað á heimablídni, Hoyma konsertir og Closed for Maintenance átakið sum dømi.

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, er fegin um viðurkenningina.

“At vit sum ferðamál fáa viðurkenning frá einum av fremstu miðlunum innan ferðavinnu í heiminum er stórt í sjálvum sær, men orsøkirnar til, hví vit fáa hesa viðurkenning, gera okkum serstakliga fegin,” sigur Guðrið. “Hetta týðir uppá, at tað, sum vit løgdu út í kortið í okkara menningarætlan fyri ferðavinnuna í 2018, hevur riggað, og er ein staðfesting av, at vit eru á rættari leið.”

Les meira um Best in Travel heiðurslønina hjá Lonely Planet her.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Lýsing