Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hjalmar Jóhan Juul/Juul's Foto

HB-NSÍ spæla um at møta Víkingi í steypafinaluni

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.11.2020 - 23:38 Ítrottur Tíðindi

Sunnudagin verður dystur í Klaksvík, har avbjóðarin til Víking í finaluni um løgmanssteypið skal finnast.

Við 2-1 sigri á B36 spældi Víkingur seg leygarkvøldið í finaluna um løgmanssteypið annað árið á rað. 

 

Sunnudagin møtast tey bæði bestu liðini í landskappingini, HB-NSÍ, í hinari hálvfinaluni. lagt er upp til spennandi dyst, tí hetta vóru tey bæði bestu liðini í síðsta triðinginum av landskappingini. Samstundis var NSÍ tað liðið saman við KÍ, sum fleiri dystir megnaði at fáa stig móti HB. 

 

HB vann seinast finaluna um løgmanssteypið í 2019, meðan NSÍ seinast vann í 2017. HB kann vinna greipuna, um tað eydnast at vinna løgmanssteypið í ár. Tað hevur einki føroyskt lið megnað síðani 2008.

 

Dysturin í Klaksvík millum HB-NSÍ byrjar sunnudagin kl. 15.00. Dómari verður Kári á Høvdanum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð