Lýsing
Lýsing
Lýsing

Glitrandi perlur

SKRIVAÐ: Fyndin  |  30.11.2020 - 11:27 Tíðindi

Nýggjasta útgávan av blaðnum Fyndin, ið Norðlýsið gevur út, er júst komið á gøtuna. Niðanfyri ber til at lesa leiðaran hjá Hansu Hansen, samskipara.

Glitrandi perlur

Hetta er tíðin, tá gluggarnir kring landið minna mest um glitrani perlur.

Bygdir og býir bera brá av tí hátíðarliga og tí ævintýrkenda. Hóast gerandisdagarnir ganga sína vanligu gongd, so er okkurt serligt í luftini. Spyrt tú Elsu í Skorini, so er tað júst í tí gerandisliga, at perlurnar eru at finna. Elsa hevur orðið hesaferð og greiðir frá tí hátíðarliga og tí gerandisliga. Í Klaksvík býr ein perla, sum glitrar alt árið. Hon eitur Ruth Laksafoss, og perlan í hennara lívi er Gert. Seinastu árini hava tey bæði merkt mótgongd, men hetta forðar teimum ikki í at liva lívið. Hús teirra í Klaksvík munnu vera eitt av teimum allar hugnaligastu og jólaligastu í landinum. Hurð teirra er eisini altíð opin fyri gestum, og vit á Fyndini hava verið á vitjan hjá teimum, hoyrt teirra søgu og kaga inn í hvørt rúm í húsinum. Hvørt hugnaligari enn annað.

Hetta er seinasta útgávan í 2020. Vit eru serliga glað um at enda hetta undarliga árið við fryntliga læknanum Bjarna á Steig  á permuni. Hann greiðir frá sínum jólum nú, og tá hann var smádrongur.

Perlurnar eru at finna kring alt landið. Tey, sum vitja Víngarðin á Tróndagøtu í Havn og njóta perlandi vínið, sum tey bjóða har, kenna helst Elsu Mariu og mann hennara Bjørn. Sanniliga eisini tvær perlur, sum lívga um býarlívið og ynskja at hjúkla um tey tilkomnu. Leivur Hansen hevur verið á gátt hjá hartarbeiðandi parinum. Tey hugleiða um jól og um at raðfesta familjuhugna, hóast nógv er at gera.

Umframt hetta er søgan um Brendudukku við í blaðnum hesaferð, Rúna Sivertsen hevur skrivað. Uppskriftir eru eisini við, og hesaferð eru tær sjálvsagt jólaligar.

Eldraheimið, sum vit hava vitjað á hesum sinni, er Vesturskyn á Toftum, og  tað er Jóhannus Danielsen borgarstjóri á Nesi, sum hevur fingið høvi at siga sína hugsan um eldraøkið.

Kæri lesari

Takk fyri, at tú ognaði tær okkara jólaútgávu.

Vit á Fyndini ynskja tær eini gleðilig jól.

Hansa Hansen
Samskipari

Lýsing
Seinastu tíðindini
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum
Innangarðsútskiftingin í Haraldssundi
Heðin og Fríða vitja Norðlýsið
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Vísindavøka á ferð á Sørvágs Bókasavni í…
Ólógligar loyndar sjúkuskráir – amboð a…
Stradivarius í Løkshøll og Hátún
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag