Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mest hevur vunnið kapping um at byggja grønan alibát til Bakkafrost

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.12.2020 - 11:20 Tíðindaskriv Tíðindi

Mest hevur sniðgivið eina tvíkilju, sum burturav verður rikin við el, at nýta í alivinnuni. Tvíkiljan er vinnandi uppskotið í eini kapping um grønar orkuloysnir til alibátar, sum Umhvørvisstovan stendur fyri.
Kappingin er partur av eini størri verkætlan, sum Norðurlendska Ráðharraráðið og Føroya Landsstýri hava tikið stig til, og sum snýr seg um at finna orkuloysnir til fjarløgd øki eins og Føroyar, sum mugu framleiða og nýta sína grønu orku sjálvi, og ikki eru við í elkervinum á evropeiska meginlandinum.
 
Alivinnan uppløgd til grøna orku
Í føroysku alivinnuni eru nógvir alibátar, sum dagliga sigla millum alibrúkini og land. Teir brúka allir olju, og hildið verður, at júst hesir bátarnir egna seg væl til ístaðin fyri olju at brúka grønar orkukeldur.
Føroyska alivinnan varð tikin við upp á ráð, og hon gjørdi av, at Bakkafrost skuldi luttaka vegna vinnuna.
Kaj Leo Holm Johannesen er norðurlendskur samstarvsráðharri, og hann skrivaði fyrr í ár undir eina ætlanaravtalu við Regin Jacobsen, stjóra hjá Bakkafrost, um at skriva út kapping um ein alibát við grønari orkunýtslu.
 
Gagnnýtir orkuyvirskot
Í summar varð so lýst alment eftir boðum at byggja ein grønan alibát. Fýra føroyskar fyritøkur lótu boð inn. Ein faklig metingarnevnd hevur viðgjørt tey innkomnu boðini. Sum heild kann sigast, at fyritøkurnar hava lagt eitt stórt arbeiði í at nýhugsa, hvussu ein alibátur kann fáast at virka uttan at brúka olju, og hava fingið sær royndir, sum eru virðismiklar fyri vinnuna.  Vinnandi uppskotið hjá Mest er ein væl útgjørdur arbeiðsbátur, sum nýtir elektromotorar og battaríir. Við í hugskotinum er, at báturin fyri tað mesta arbeiðir um dagin og kann liggja stillur og løða um náttina, tá nógv grøn elorka ofta er tøk. Tí er alibáturin við til at gagnnýta vind- og vatnorku betur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið