Lýsing
Lýsing

Vilja vita hvør ætlanin er, at betra um heilsuna hjá ungum

SKRIVAÐ: Tjóðveldi  |  01.12.2020 - 17:25 Politikkur Tíðindaskriv

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísur nøkur álvarstekin um mistrivnað og heilsutrupuleikar hjá ungum, serliga innan sálarheilsu.

Hetta verður nú reist politiskt. Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir hava sett løgmanni skrivligan fyrispurning um heilsustøðuna hjá ungum og hvørji átøk ætlan er um at seta í verk, fyri at betra um støðuna.

 

Kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum avdúkar at ung, í størri mun enn aðrir aldursbólkar, stríðast við ringari sálarheilsu, strongd, sálarsjúku, tunglyndi og einsemi. Fíggjarstøðan, bústaðarstøðan og tað at megna at rinda rokningar eru eisini tyngjandi faktorar.

 

“Menniskja er ein samansett vera og tað finst ikki eitt svar uppá, hvat er best at gera, tá ið tað kemur til at fremja sálarheilsu. Tí er okkara endamál við hesum spurningum eisini at fáa lýst málið frá ymsum sjónarhornum, so vit kunnu fáa nøkur skikkað boð um, hvussu vit eiga at fara fram.” siga tær báðar tingkvinnurnar.

 

Fyribyrgingin má styrkjast nógv meir

 

At hjálpa teimum, ið stríðast við sálarsjúku er ein felags samfelagsuppgáva, sum fevnir um alt frá viðgerð til fyribyrgjandi tiltøk í arbeiðslívi, útbúgving, fíggjarligum stuðuli, námsfrøði, bústaðarmøguleikum, o.s.fr.

 

Tað svitast ikki, at fyribyrging er betri enn viðgerð og vit kundu gjørt nógv meira á fyrbyrgjandi økinum. Sjálvsagt skulu vit raðfesta viðgerð og hjálp, men fyribyrgingin má fáa nógv hægri raðfestin enn nú. Hyggja vit eftir fíggjarlógini brúka vit sera nógva orku og pengar uppá viðgerð í mun til fyribyrging.

 

“Fyribyrging má snúgva seg um at fremja trivnað, lívsgleði og góða heilsu. Tað má taka støðu í at ung læra at meistra lívsins avbjóðingar, at styrkja felagsskapskensluna og felagsskapsandan. Tað má geva børnum og ungum bestu kor at trína út í lívið við.” sigur Hervør Pálsdóttir.

 

“Vit síggja ein vanda í, at rákið seinastu árini hevur verið nógv at finna feilir hjá børnum. At screena og annað eftir hvat børnini ikki megna, heldur enn at leita eftir hvat børnini megna. Harvið ikki sagt, at trupuleikarnir ikki skulu avdúkast tíðliga, tað skulu teir avgjørt, men at meginreglan má vera at taka støði í hvussu børn og ung trívast, meistra og mennast.” leggur Sirið Stenberg avtrat.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
LÍV gott avkast í 2020
Bjarni
Munandi bíligari at byggja heimið til bø…
Brandur
Næstflest heiðursmerkir til KÍ í 2020
SSP á vitjan - hugsið tykkum um!
Mentanar­nevndin kunnað um Mentanar­húsið
Útróður av Klaksvík og Norð­oyggjum í dag
Fluttur einaferð afturat
Frælsi samráðingarrættu­rin staðfestur í…
Næminga­ráðið ynskir at hava ávirkan
Óli B – bert við listum, lótum og lygnum
Føgur orð loysa ikki kreppur
Hvussu grønt er SEV?
Klaksvíkar Sjúkra­hús fingið robottarm
Várskráin hjá Kvøldskúla­num komin út
Ivasamt dómaraavrik kostaði Stjørnuni st…
Heiðursmerki til Ægir
Nýggj strandfara­skip – nú!
Minkandi vindur seinnapartin