Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hitalagið fer nøkur stig upp næstu dagarnar. Kavin, sum er komin niður, fer vekk aftur seinnapartin ella í kvøld. Bert fjallatopparnar vera verandi hvitir. | Mynd: Nations Online Project

Veðrið um jólini

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.12.2020 - 11:45 Tíðindi Veðrið

Í morgun liggur eitt sindur av kava, sum kom niður í gjár. Í dag hevur ikki kavað, og seinnapartin fer ættin niður í útsynning. Tá fer ikki meiri kavi at koma, heldur tvørturímóti.

Kalda luftrákið ímóti Føroyum fer at steðga og ístaðin fer lýggjari og slavnari luft við regni ella ælaveðri at reka ímóti okkum.

Ein hátrýstryggur liggur yvir Føroyar í morgun. Tað er turt og lítil vindur, upp í einar 5 m/s av útnyrðingi. Hitin liggur um 1 til 3 stig.

Seinnapartin fer ættin niður í útsynning, og vindurin fer at veksa eitt sindur, upp í 5 til 10 m/s. Hitin fer ikki at veksa nakað serligt, og tað er turt til seint seinnapartin ella tíðliga í kvøld. Tá fer eitt brúgvalag við regni at koma. Tað sær ikki út at vera nógv regn í brúgvalagnum, bert eitt sindur, og tað fer at liggja í 2 – 3 tímar ella so.

Hitin seinnapartin og í kvøld fer at liggja um 2-4 stig.

Jólanátt fer vindurin at veksa upp í 10 til 15 m/s, framvegis av útsynningi, og tað verður ælaveður. Fyrrapartin jólamorgun fer vindurin at veksa eitt sindur afturat, upp í einar 13 til 18 m/s av útsynningi-suðuri, og tað verður stytri ímillum ælini.

Á middegi fer ein kuldabrúgv framvið. Tá fer at regna frá middegi og út á seinnapartin í einar 3 tímar ella so. Eftir at brúgvalagið er farið framvið seinnapartin, støkkur ættin upp aftur í útsynning, og vindurin minkar niður í 10 til 15 m/s.

Restina av jóladegi fer veðrið at vera soleiðis – t.e. 10 til 15 m/s av útsynningi og ælaveður við regni ella vátakava. Løturnar við ælingum kann vera eitt sindur meira vindur.

Hitin í morgin fer at liggja um 5 til 8 stig.   

Um náttina og morgunin annan jóladag fer veðrið frá jólakvøldi at halda fram. 10 til 15 m/s av útsynningi við regni ella vátakava. Út á fyrrapartin fer ættin niður í sunnan, og tað fer at regna heilt fitt í nakrar tímar.

Seinnapartin slítur í, ættin fer upp í vestan, vindurin fer at minka niður í 5 til 10 m/s, men tað tornar ikki ordiliga. Við skulu vænta okkum ælaveður við regni ella vátakava restina av degnum.

Hitin annan jóladag fer at liggja um 3 til 6 stig.

Veðrið 3. og 4. jóladag verður ikki gott – nógvum vindur. Upp ímóti stormi í miðalvindi. Meiri um tað seinni.

Øllum lesarum okkara verða ynskt eini gleðilig og friðsæl jól.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð