Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avmarkið fýrverkið

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.01.2021 - 14:20 Politikkur Tíðindaskriv

Føroyar eru einasta Norðanland, sum ikki hevur avmarking á, hvussu leingi vit kunnu skjóta fýrverk. Lógin um fýrverk er frá 1969 og eigur at endurskoðast. Tað heldur Ingilín Didriksen Strøm, sum hevur sett Helga Abrahamsen ein fyrispurning um evnið.

Tá vit hugsa um fýrverk, hugsa flestu okkara um løtuna á midnátt, tá vit bresta úr einum ári inn í tað nýggja. Tað kann vera flott at hyggja at, men fýrverk hevur eisini keðiligar avleiðingar við sær. Tað snýr seg bæði um neistar, eldsloga, royk, ógvusligt ljóð og rusk, ið stendst av skotnum fýrverki. Tí kann tað vera skilagott at avmarka nýtsluna av fýrverki, heldur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett Helga Abrahamsen ein fyrispurning.

 

- Hvørja ferð vit senda eina rakett til himmals ella festa í eina nýggjársbumbu, verður ein rúgva av kemikalium og tungmetalum leysgivin. Tey hvørva ikki men enda úti í náttúruni. Roykurin frá fýrverki er bæði skaðiligur fyri menniskju, djór og plantur og økir um útlátið. Harafturat verður sjáldan alt fýrverk, ið er skotið, tikið upp, og liggur tað tí og dálkar í náttúruni. Hetta hevur sínar sjálvsøgdu dálkingaravleiðingar, umframt at tað kann enda í maganum á djórum, sigur Ingilín Didriksen Strøm í viðmerkingunum.

 

Nógv djór verða eisini sera ávirkað av ljóðinum og ljósinum av fýrverki. Vit vita frá kanningum, at fuglalív er ávirkað í stóran mun og sum dømi kann nevnast, at fuglar í hundraðtali fullu til jarðar í Italska høvuðsstaðnum Rom aftaná nýggjárshald í farnu viku. Tað er heldur ikki ókent, at kettur og hundar rýma og eru ógvuliga bangin, tá nógv verður skotið, og ofta verður skotið í fleiri dagar eftir nýggjárið er av.

 

- Hetta er møguliga av teirri orsøk, at fólk hava keypt so nógv fýrverk, at tey ikki náddu at skjóta alt nýggjársaftan. Tað vil siga, at henda skjótingin sum oftast er heilt óneyðug og til stóran ampa fyri mong, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

 

Av øllum Norðanlondum er tað bara í Føroyum, at tíðarbilið fyri nýtslu av fýrverki ikki er avmarkað við lóg. Í Danmark er loyvt at skjóta frá 27. desembur til 1. januar. Í Noregi frá 31. desembur til 1. januar klokkan 2. Í Svøríki bara um nýggjársmundið, í Finlandi frá 31. desembur klokkan 18 til 1. januar klokkan 2. Í Íslandi frá 28. desembur til 6. januar. Sølutíðin er eisini avmarkað.

 

- Føroyska lógin fyri fýrverk er frá 1969 og er ikki dagførd síðan. Tí er spurningurin, um tíðin ikki er komin til at endurskoða karmarnar fyri innfluting og nýtslu av fýrverki í Føroyum, sigur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð