Lýsing
Lýsing
Lýsing

Takkarkvøða til Steinbjørn O. Jacobsen

SKRIVAÐ: Norðoyar Tjóðveldisfelag  |  05.01.2021 - 18:54 Merkisdagar & Kunngerðir Politikkur

Nú skjótt verður farið inn í eitt nýtt ár, verður tað eisini við einum nýggjum býráði; einum nýggjum býráði, sum tjóðveldismaðurin Steinbjørn O. Jacobsen ikki verður partur av. Steinbjørn valdi eftir 24 árum í býráðnum at takka fyri seg til seinasta val.

Hetta er skiljandi eftir so mong ár, men eisini ein stórur saknur fyri okkum klaksvíkingar og norðingar og serliga fyri okkum í Norðoya Tjóðveldisfelag.

Steinbjørn hevur frá heilt ungum árum stuðlað hugsjónini um einar sjálvstøðugar og sjálvberandi Føroyar. Hetta sæst aftur í øllum tí, ið Steinbjørn hevur fingist við á lívsleið síni, bæði politiskt, verkliga og andaliga. Framsíggin og trúgv á okkara megi.

Steinbjørn bleiv valdur í býráðið í 1996, og í 2001 gjørdist hann borgarstjóri og sat til 2009. Serliga í hesum tíðarskeiðinum legði Steinbjørn nógv eftir seg, sum vit øll hava havt stóra gleði av.

Úr rúgvini kann nevnast Norðhavnin, sum av mongum bleiv kallað ørskapur, men sum síðan hevur víst seg at vera ein sólskinssøga. So seint sum til seinasta val vildu flestu valevni úr øllum flokkum útbyggja Norðhavnina enn meir.

Eisini varð tað undir leiðslu Steinbjørns, at “Húsið” sá dagsins ljós. Hetta tilboð til ung hevur eisini víst seg at vera ein sólskinssøga til gleði og trivnað fyri okkara ungdóm.

Undir leiðslu Steinbjørns kom eisini Læknamiðstøðin, ansingartrygd, íbúðirnar á Kráarbrekku o.a.

Steinbjørn hevur harumframt sitið sum varaborgarstjóri í 8 ár og í andstøðu í 8 ár. Eisini har hevur hann gjørt stóran mun.

Steinbjørn hevur altíð trúfastur verið á fundi hjá Norðoya Tjóðveldisfelag, har hann er komin við góðun ráðum og annars altíð hevur verið klárur at svarað spurningum, vegleitt og eggjað teimum ungu at stillað upp.

Steinbjørn er sera skemtingarsamur og hevur eitt lætt sinni, sum ávirkar posistivt, har hann er staddur. Eisini dámar honum at taka harmonikuna fram, tá høvi býðst. Hesum hava vit í Norðoya Tjóðveldisfelag eisini havt gleði av.

Óivað fer Steinbjørn framhaldandi at koma á fund og geva okkum góð ráð og vegleiðingar í ókomnum tíðum.

At enda vilja vit takka Steinbjørn O. Jacobsen miriliga fyri tað, hann hevur útint og verið fyri okkum allar norðingar.

Vinaliga
Norðoya Tjóðveldisfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...
Málsøkjabýtið er liðugt avgreitt
Mia og Miriam eru í FM finaluni í einman…
Skaðar fyri 342 milliónir í 2025
Varpið aðalfund
KÍ-B68 spæla leygarkvøldið
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum