Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fiskiskapurin er á góðari leið, men fiskaprísirnir eru ikki. | Mynd: Egin mynd.

Kemur nakar hjálparpakki til útróðrar- og línuflotan?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.01.2021 - 15:35 Leiðarin Politikkur

Coronakreppan hevur verið ein dyggur smeitur hjá nærum øllum føroyskum vinnulívi, fyrst og fremst teimum, sum styrkja føroyska handilsjavnan vil at tiltrekkja útlendskan eftirspurning og harvið útlendskan kapital til Føroya. Og Landsstýrið ger eisini tað einasta rætta við at hjálpa føroyskum vinnulívi at hóra undan í hesi sváru tíð. Men higartil hevur tað nærum einans verið tænastuvinnan, ið hevur merkt nakað til hesa hjálp.

Tað er heilt í lagi, at um ein matstova ella barr letur aftur ella minkar um sítt virksemi, í tráð við Corona-tilmælini, fyri á tann hátt at gera sítt til at fyribyrgja smittuspjaðing, fær eina ávísa samsýning afturfyri. Tað er alt annað enn kostnaðarleyst at gera sítt, og tað eigur landið at kompensera, ella í øllum førum at geva eitt hart tiltrongt herðaklapp afturfyri, hóast tað ikki er fulli inntøkumissurin, ið verður endurgoldin.

Í skrivandi stund er skipanin tann, at matstovur og skeinkistøð, ið hava mist í minsta lagi 40% av sínum umsetningi, kunnu fáa upp til 75% av sínum føstu útreiðslum goldnar av Landskassanum. Fastar útreiðslur eru eitt nú útreiðslur til elektrisitet og olju, trygging, húsaleigu, fjarsamskifti, vektgjøld og vegskatt, avskrivingar, rentur, langtíðarleigu (leasing) og – lønir. Hetta er partur av Hjálparpakka III og fevnir um tær fyritøkurnar, sum eru raktar av broytingini í matvørulógini, ið landsstýrið setti í verk undan jólum.

Alt gott um tað.

Men fara vit til fiskiflotan, so er lítil hjálp at síggja har. Ofta verður fiskivinnan umrødd undir einum, og fatanin tykist vera, at allir fiskimenn og øll reiðarí forvinna tað sama sum teir, ið forvinna mest, t.e. milliónaupphæddir um árið. Soleiðis er tað als ikki í veruleikanum. Taka vit útróðrarflotan ella línuflotan, so eru fleiri fiskimenn og útgerðarmenn í teimum báðum geirunum beinleiðis lágløntir. Og teir tola illa at fáa nakran smeit, tí tað knípur longu við at fáa tingini at mala runt.

Coronafarsóttin hevur gjørt, at heilt nógvar matstovur, gistingarhús og líknandi uttanlands hava verið noydd til at lata aftur, summi fyribils og onnur endaliga. Eftirspurningurin eftir fiskavørum hevur tí verið støðugt lækkandi undir Coronakreppuni, og hetta merkist alt ov væl hjá smáu aktørunum í fiskivinnuni.

Sum danski tjóðbankin skrivar, so eru føroyskar fyritøkur sum heild væl bjálvaðar, og hetta hevur bjargað ongum minni enn føroyska búskapinum. Men aftur her: Hetta er eitt miðaltal. Í veruleikanum er eitt risastórt spenni millum meiniga útróðrarmannin og risastóra reiðaríið, og munurin á inntøkum er ógvusligur. Har stóru reiðaríini kunnu væntast at ríða stormin av, kann Corona gerast mønustingurin hjá smáu útgerðarmonnunum.

Tað skal tí vera okkara áheitan á politisku skipanina um at veita eina hjálpandi hond til teir partarnar av fiskivinnuni, sum ikki eru so væl fyri fíggjarliga, og her verður fyrst og fremst hugsað um útróðrarflotan og línuflotan. Lat tað ikki vera so, at hesir bókstaviliga mugu sigla sín egna sjógv, men hjálp teimum ígjøgnum farsóttina, eins og tit nú hjálpa teimum vinnurekandi í tænastugeiranum. Tað fer at løna seg aftur seinni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ Varpið vísir ikki útidystin móti SJK
Góð úrslit hjá føroysku peningastovnunum
Myndarøð: Víkingur - Lincoln Red Imps
Myndarøð: KÍ á veg til Finlands
Nú skal tað verða - Klaksvíkin skal rudd…
Stakkavík 6000 pund
Søgan um Merle Haggard (6:9)
Poula fer at stýra ítrótti­num á Betri Oy…
KÍ hópurin komin til Vaasa
Einki tap í Champions League dystum í Kl…
Á Kappanum við Jóannesi Paturssyni
Jónleif: Næmingar dáma væl fleiri lærara…
Erik: Sølan til Summar­festivalin er góð
Champions League í Klaksvík týskvøldið
Magnus Powell: Hetta verður spennandi
Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað…
Ferðslu­kunning í samband við Champions L…
Dronufilmar av Gadus við Bjarnoynna
Gott summar!
Julie Vanggard Christensen til Stjørnuna